Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Byrjaði í nýggja stavinum við at stongja læknaskrivstovuna

John William Joensen

Eftir at hava havt opið í nakrar tímar, sum nýggjur kommunulækni í Klaksvík, avgjørdi Claus Neumann at stongja læknaskrivstovuna til mánadagin.

Nýggi kommunulæknin í Klaksvík, sum nú er settur í fulltíðarstarv í stav, í praksisina hjá Jaspur Petersen, er dani og eitur Claus Neumann.
Hann hevur verið í Klaksvík áður í styttri tíðarskeið og hevur eitt ár starvast sum lækni á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur føroyska konu og skilur væl føroyskt, hóast hann tosar danskt.
Tá vit hittu hann týsdagin var hann ørkymlaður, tí tá hann kom inn í læknahølini, á nýggju heilsumiðstøðini, lá øll útgerðin í pappeskjum.
– Sjúklingar stóðu longu í bíðirøð, men tá eg hevði havt nakrar sjúklingar til viðtalu og eg hvørjaferð skuldi brúka drúgva tíð til at leita eftir røttu útgerðini, avgjørdi eg at hetta kundi ein ikki bjóða fólki.
– T.d. brúkti eg eina góða løtu at finna vatpinnar til at reinsa oyruni hjá einum barni, og at enda gjørdi eg av at stongja.
– Síðani hava vit ringt runt til allar sjúklingarnar og útsett avtalurnar. Hetta er sera óheppið og átti als ikki at verið neyðugt.
– Í løtuni vita vit heldur ikki hvørja útgerð vit eiga og hvat manglar.
– Hetta er eisini steinur oman á byrðu hjá sjúklingunum, sum ferð eftir ferð skulu skifta lækna.
– Hanus hevur jú havt sjúklingarnar hjá Jaspur, og nú virkar Hanus sum vikarur.
– Hann fer úr starvið einaferð í heyst og so skal aftur ein annar lækni finnast.

Gleðir seg til arbeiðið
Claus Neumann sigur, at hann roknar við at alt verður klárt mánadagin og tá kunnu sjúklingarnir vónandi síggja fram til eina vælvirkandi praktsis.
– Eg havi sett eina sjúkrasystur í starv og fer tað vónandi eisini at merkja at bíðitíðin hjá læknanum verður munandi stytt.
– Hon kemur at arbeiða við fyribyrgjandi tiltøkum og kroniskum sjúkum so sum sukursjúku sjúklingum og øðrum.
– Nú vera vit vónandi klár til mánadagin og skal eg siga sum er, so eri eg sera glaður um at koma til Klaksvíkar. Eg havi verið her fyrr og treivst ógvuliga væl.