Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ venjarin ikki nøgdur

John William Joensen

Oddbjørn Joensen, sigur at hann als ikki er nøgdur við mátan, sum KÍ taptu dystin móti GÍ

– Tað er als ikki nøtandi at vit tapa á heimavøllið. Serliga ikki mátin sum vit tapa upp á er nøktandi.
– Hetta leggur eisini eitt eyka trýst á okkum til dystin í kvøld móti Skála.
– Erling Fles verður heldur ikki tøkur til dystin í kvøld. Hann hevur trupuleikar við rygginum og hevur fingið boð um at binda frið í eina tíð.
– Harafturat er Jan Andreasen leik bannaður og tá vit mugu síggja burtur frá Eyðun og Allan eina tíð afturat so er klárt at hópurin er ógvuliga tunnur.
– Men vit fara á vøllin fyri at vinna og undir øllum umstøðum skulu vit hava stig burtur úr hóast tað kann vera trupult inni á Skála.