Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, avsannar leysatíðindi um Toda: Vit kenna einki til at Todi skal hava sett krøv

John William Joensen

sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum, Ísak Mikladal, í samrøðu við Norðlýsið

Seinastu tíðina eru tíðindi farin at ganga um, at veruliga orðsøkin til at Todi ikki var á landsliðnum skuldi vera, at Todi Jónsson hevði sett órýmulig krøv til landsliði.
– Vit kenna einki til nøkur krøv frá Toda, sigur aðalskrivarin hjá Fótbóltssambandinum, sum undirstrikar at avgerðin er tikin av landsliðsvenjarunum út frá teirra egnu metingum.

Hesi leysatíðindi, sum m.a skulu verða brúkt, sum grundgeving fyri støðutakan til málið hjá einum av høvuðsstaðarmiðlunum, vildu m.a. vera við, at Todi bæði hevði sett framm peninga krøv og krøv til umstøðurnar hjá landsliðnum.
Hetta avsannar Todi eisini í samrøðu, sum er í Norðlýsinum friggjadagin, og toppskjúttin í FCK sigur m.a. at hann til tíðir kennir seg sum ein syndabukk.

Meira um hetta í Norðlýsinum fríggjadagin.