Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyatunnilin almenna móttøku

Oliver Joensen

Leygardagin kl. 17.00 verður almenn móttøka í arbeiðishøllini hjá Norðoyatunlinum við Borðoyarvík. Skipað verður helst eisini fyri stórskýggja í sambandi við at seinasta skotið verður latið av.

Dávur Reinert Hansen, stjóri á P/F Norðoyatunnlinum sigur, at í sambandið við at seinasta skotið verður latið av í Norðoyatunnlinum leygardagin, av Jógvani við Keldu, landsstýrismanni í innlendismálum, verður nú roynt at skipa fyri at seta upp ein stórskýggja í arbeiðshøllini við Borðoyarvík, t.v.s. í bygninginum hjá Klaksvíkar Timburhandli.
Vit arbeiða við hesum í løtuni, og vera teknisku forðingarnar ikki ov stórar, so rokna vit við, at fólk fara at kunna síggja seinasta skotið har. Øll sum koma til móttøkuna fáa kakao ella kaffi við onkrum afturvið.
Norðlýsið roknar sjálvandi við at maður fer av húsi leygardagin at uppliva søguligu hendingina.