Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gekk av skriðjuni

John William Joensen

Kongalig vitjan á Klaksvík krevur at Norðlýsið er við, og tað er ikki altíð sum at siga tað. Kvøldið fyri høvdu fyri leiga bát at sigla ímóti kongaskipinum, tí okkum dámar altíð best at fáa myndir ímeðan skipini eru leys av landi og í sínum rætta umhvørvi.
Eitt sindur seinur upp um morgunin og so avstað, eftir at hava fingið myndatól, battaríir og annað drasl við og so strúkandi út eftir Vágni.
Komnir í fjørðin sóu vit Dannebrog yvir ímóti Lorvíkslandinum og við løgdu sjálvsagt á fjørðin og fylgdu við og tóku myndir av kongaskipinum og Draganum og tí sum fyrifórðst, men komnir undir Klakkin gekk bátur okkara fyri, so vóru góð ráð dýr. Ikki her í verðini vit kundu gera nakað við brekið og kongaskipið fór alsamt glíðandi inn eftir Pollinum.
So í fartelefonina, men fyri tað fyrsta er fartelefonsambandið sera vánaligt har og fyri tað næsta sýntust tey, sum ikki vóru til arbeiðis at vera úti á keiini at taka ímóti, so samband feks ikki við nakran, til man kom til hugs at ringja á politistøðina.
Jú heppin var eg, eg fekk fatur á Elsebeth á politistøðini og bað hana vælsignaða royna at fáa onkran eftir mær. Jú, hon skuldi royna.
Men tíðin er long tá túr sært í reyvuna á Kongaskipinum og tú skalt vera á Sambýlinum á Heygnum tá tey koma har. Knappliga, ja hví ikki 112, so at royna, jú tað var skjótt at teir skipaðu fyri at Brimil ringdi til mín og spurdi hvar eg var og lovaðu at senda ein bát. Men hevði júst lagt hornið á, tá ringir Elsebeth aftur og sigur at hon hevur sent ein bát. So aftur at ringja til 112 og avlýsa, og so væl virkaði samskiftið, sum eg einki vitsti um, at teir longu vitstu av at eg hevði samband fleiri vegir, men tó vóru teir tolnir og skeldaðu ikki.
Brandur Petersen kemur so á borði hjá okkum, eg leypið umborð og biðið hann sigla meg so skjótt hann kann inn á Kósabrúnna. Brandur sigur, at "Hatta klárar tú nokk, tí tey vóru ikki byrjað at tala tá hann fór frá vestaru kaj".
So upp á Kósabrúnna og við spentar ál inn á Fiskamarknaðin at biðja onkran koyra meg niðan á Sambýlið og lukkutíð, eg var á plássinum til røttu tíðina og fekk nakrar fínar myndir har. Men alt endaði ikki har.
Umsitingin í Havn roknar sjálvandi bert høvuðsstaðarpressuna fyri nakað og komin niðan til tunnilin finnið eg útav, at eg onki atgongumerki havi fingið at sleppa við inn í tunnilin, so máttu albogarnir brúkast og eg trýsti meg við góðari frá starvsfeløgum inn í bilin hjá myndamonnunum og sloppið varð. Tá tað var liðugt, varð farið í kirkjuna og uttanfyri kirkjuna fekk eg eina floyngju sum dugdi frá onkrari í umsitingini í Havn, tí eg hevði trýst meg framat uppi í tunnlinum.
Tað gekk tó væl í kirkjuni eisini, men komin niðjan í Skálan, fingu vit at vita at vit sluppu ikki inn, tí vit høvdu drálað ov leingið uttanfyri at taka myndir av teim kongaligu og børnunum, so hóast vit ikki fingu myndir av borðhaldinum í Skálanum, so var eg sum heild nøgdur.
Tilrættarleggingin  hjá Norðlýsinum gekk av skriðjuni og komunikatiónin úr Tinganesið eigur sín stóra part.

Harleywoodpaint