Nú kenna vit teir aftur. Teir byrjaðu seinna hálvleik sum eitt ódnarveður og bjargaðu sær Thomas Dam & Co steypinum til Klaksvíkar.
Dysturin í Havn ímillum unglingarnar hjá KÍ og NSÍ endaði við at KÍ trekti longra stráið og vann dystin við trimum málum ímóti einum.
Annars verður sagt úr Havn, at KÍ lá aftarlaga í fyrra hálvleiki og NSÍ hevði bóltin meira, men teir komu ikki til nógvar málmøguleikar. Tá 40 minuttir vóru leiktir, fekk NSÍ ein mann útvístan, men skjótt eftir tað, setti NSÍ bóltin í netið hjá KÍ og førdi sostatt í hálvleikinum við einum máli ímóti ongum.
Í seinna hálvleiki byrjaði KÍ sum eitt ódnarveður og longu í fyrsta minutti setti Jón Jacobsen bóltin í netið hjá NSÍ eftir eitt sera flott einmansavrik, har hann fór allan vegin ígjøgnum sjálvur, til støðuna 1-1.
Í 52. minutti fekk Kristoffer Jakobsen eina góða avlevering frá Otto Jacobsen, sum Kristoffer hegnisliga setti í netið til støðuna 2-1. Í 75. minutti kom Otto Jacobsen sum ein hvirluvindur at eini afturlegging hjá NSÍ og setti bóltin í netið til endaligu støðuna 3-1.
Vit skulu heilsa frá Unglingunum hjá KÍ, at teir koma á Stengurnar við Dúgvuni kl. 23.30, so tað er bara at møta upp hjá honum, ið vil ynskja okkara Unglingum tillukku, Steypavinnararnir 2005.




