Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa 1. hálvár ’05

Oliver Joensen

Norðoya Sparikassi hevði eitt úrslit eftir skatt fyrra hálvár 2005 uppá 8,2 mió. kr.


Inntøkur
Netto rentuinntøkurnar hjá sparikassanum fyrra hálvár vóru 28 mió. kr. og er hetta ein vøkstur uppá 1,1 mió. kr. í mun til fyrra hálvár 2004, tá netto rentuinntøkurnar vóru 26,9 mió. kr.
 
Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar hjá sparikassanum fyrra hálvár vóru 29,6 mió. kr. móti 28,6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2004. Hetta er ein vøkstur uppá 1 mió. kr.
Økta kappingin hevur havt við sær at sparikassin aftur í ár hevur javnað rentu- og kostnaðarstøðið, so vøksturin í netto rentu- og kostnaðarinntøkum stavar frá øktum útlánum samanborið við fyrra hálvár í 2004.
Útreiðslur
Útreiðslur til starvsfólk og umsiting vóru 16,5 mió. kr. móti 14,7 mió. kr. fyrra hálvár í fjør. Hetta er ein vøkstur uppá 1,8 mió. kr. Vøksturin stavar í høvuðsheitinum frá øktum umsitingarútreiðslum og sáttmálabundnum lønum.
Avskrivingar og burturleggingar uppá skuldarar
Avskrivingar og burturleggingar móti tapi av útlánum og ábyrgdum vóru 2,2 mió. kr., ið er á leið tað sama sum sama tíðarskeið í 2004.
Fíggjarstøðan
Fíggjarstøða sparikassans javnvigar nú við 1.252 mió. kr. móti 1.178 mió. kr. fyrra hálvár 2004. Hetta er ein vøkstur uppá 6,2%. Innlánið er nú 970 mió. kr. móti 914 mió. kr. fyrra hálvár 2004, sum svarar til ein vøkstur uppá 6,1%. Útlánið er nú 1.048 mió. kr. móti 899 mió. kr. fyrra hálvár 2004, svarandi til ein vøkstur uppá 16,6%.
Eginpeningur sparikassans er nú góðar 268 mió. kr., og er farna árið øktur við 16,5 mió. kr., ið er ein vøkstur uppá 6,6%. Eginognin er nú 21,4% av samlaðu fíggjarstøðuni móti 21,3% í fyrra hálvár 2004.
Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið sparikassans er framvegis gott, og er nú 175 mió. kr. móti 250 mió. kr. í 2004. Gjaldførið er 45% av stuttfreistaðu skyldum sparikassans. Lógin krevur 15%. Av samlaðu skyldum sparikassans 17%. Lógin krevur 10%. Broytingin í gjaldførinum stavar frá, at útlánið hetta seinasta árið er vaksið munandi skjótari enn innlánið.
Solvensur sparikassans er 27,1%, í mun til 28,3% fyrra hálvár 2004. Lógin krevur 8%.
Útlit seinra hálvár
Sparikassin væntar at úrslitið seinra hálvár verður áleið tað sama.

Harleyfacadeacryl