Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hópin av bátum á Summar Festival

John William Joensen

Ein 30 bátar hava biðið um pláss við havnarlagið í Klaksvik í sambandi við Summarfestivalin, sum verður um vikuskiftið

Í hesum døgum verður stákast óført í Klaksvík. Tann stóri pallurin verður settur upp við Sandin, Silvapallurin verður settur upp við Gamla Kirkjugarð og eitt yvirvaksið telt, sum er 48 x 21 m verður sett upp við skýlið. Hetta verður kallað Flags-pallurin.
Havnarlagið verður eisini umskipað nakað. Ætlanin er at útvega øllum bátunum, sum vanliga liggja við norðastu bátabryggjuna á eystursíðuni, annað pláss. Á henda hátt verður pláss fyri eini 16 bátum har.
Dýpt er frammanfyri nýggju oljukeiina hjá Shell, sum liggur beint sunnanfyri ferjuleguna, so har kunnu nógvir bátar liggja. Uttaná Draganum er pláss fyri nøkrum bátum eisini. Restin kann so liggja heimanfyri bryggjuna, har Dúgvan leggur at.
Á henda hátt verður hildið, at til ber at fáa í minsta lagi 30 smábátar at liggja væl í Klaksvík.
Umráðandi er, at bátarnir seta seg í samband við Klaksvíkar Havn, so greiða kann fáa á hesum viðurskiftum, og um møguliga er neyðugt at liggja aðrastaðni eisini.
Til høvið er lagt serlig el-veiting og vatn oman á bryggjurnar. Klaksvíkar Havn metur, at møguleikar skuldu verið fyri einum hugnaligum umhvørvið við havnarlagið í Klaksvík til Summar Festivalin 2005. 

Harleyfacadeacryl