Á shellstøðini í Klaksvík arbeiða 13 ungar dámur og ein 17 ára gamal drongur sum eitur Rúni Hansen.
Rúni er sera fyrikomandi, blíður og dugnaligur og er hann fullur í hugskotum. Fyri góðari tíð síðani legði hann uppskot fram, um at seta eitt ljósskelti á sunnara enda á Shellstøðini. Hesum tók leiðslan undir við og nú hongur so fyrsta skeltið av sínum slag uppi í Norðoyggjum. Rúni er sera glaður fyri skeltið og leiðarin hjá Shell í Norðoyggjum, Niclas Heri sigur, at tað Rúni sum eigur alla æruna í at skeltið eri komi.




