Tað hevur gingið stak væl hjá Nærabergi síðani teir fóru úr Føroyum 25. juli. Skipið verður á Klaksvík í nátt.
Næraberg sum hevur roynt eftir svartkjafti nú í seinastuni beint eystur úr Íslandi verður á Klaksvík í nátt við fullari last, t.e. 815 tonsum av surimi og umleið 240 tonsum av mjøli. Sagt verður at surimiprísurin er væl brúkiligur í løtuni.
Veiðan hjá Nærabergi skal leggjast upp á NFCS í Klaksvík. Hetta er um ikki tann besti, so ein av teim bestu túrunum hjá Nærabergi nakrantíð.
Manningin á Nærabergi telur 82 fólk, harav umleið 20 kvinnur.




