Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Morgunmatarborð norðuri á Stongunum leygardagin

John William Joensen

Ein sera drúgv og krevjandi skrá er løgd í samband við Sjómannadagin leygardagin og byrjað verður tíðliga á morgni og hildið verður áfram til út á náttina.

Men ongin hevur fyri neyðini at ganga svangur. Byrjað verður við stórum ókeypis morgunmatarborði, sum Norðoya Sparikassi skipar fyri.
Morgunmatarborðið byrjar longu kl. 9.10 og heldur áfram líka so leingið nakað er eftir ella til umleið kl. 11.
Men øll tey, sum væntandi fara at vitja leygardagin hava ikki fyri neyðini at fara til hús ella aðrastaðni at eta um tey ynskja sær eitthvørt, tí kendi kokkurin og stjórin á Hotel Norð, Jógvan Heinesen fer at hava matsølu á økinum og umframt búffar úr góðum oksakjøti fer eisini at bera til at keypa sær eitthvørt forvitnisligt úr havinum.
Skúlaskipið Dragin er altíð eina vitjan vert og Dragafólkini fara at selja pannikøkur og vaflur.
Kvinnurnar úr Klaksvíkar Sjómanskvinnuringi, sum altíð gera eitt stórt arbeiði fyri at savna saman til heimskendu jólapakkarnar til sjófólk, brúka eisini Sjómannadagin til at selja smyrjubreyð, vinarbreyð, kaffi og te og endamálið er sjálvandi at savna pening inn til jólapakkarnar til sjómenn, so her er eitt gott høvi hjá fólki at stuðla einum góðum tiltaki. Klaksvíkar Róðrarfelag fer at selja fiskasúpan og Mjølnir pannikøkur og kaffi.
So, ætlar tú tær á Sjómannadag í Klaksvík, so er ongin orsøk at halda teg aftur.