Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Havn heimsmeistari í egning

John William Joensen

Stóri vinnarin á Føroya Sjómannadegi 2005 gjørdist John Havn, sum bæði gjørdist Føroyameistari og heimsmeistari.

Tað var rættuligur spenningur í luftini tá Føroya- og heimsmeistarakappingarnar í egning fóru í gongd.

Føroyameistarakappingin
18 luttakarar kappaðust fyrst um føroyameistaraheitið. Línurnar vóru styttar til 100 húkar harav fimm manglaðu.
Í fyrsta bólkinum vóru Arnbjørn fagraklett, Tróndur Sivertsen, Anfinn Hansen, Símun í Heimistovu og John Havn.
Men løgdu harðliga til brots og tað sást tíðuliga at men høvdu nervar og vóru uppsettir. Harafturat var lína nýggj og ikki so løtt at hava við at gera, so men krøktu seg rættuliga illa.
Men eingin segði eitt orð, konsentratiónin var í topp og hendurnar gingu kikar.
John Havn átti tó munin og var fyrst liðugur við tíðini 8:38.10.

Úrslit Føroyameistarakapping Egning

Nr. 01
John Havn
8:38,10

Nr. 02
Niels Jákup Absalonsen
9:26,23

Nr. 03
Kristian Dam
9:26,57

Nr. 04
Tróndur Sivertsen
9:27,11

Nr. 05
Elmar Simonsen
9:45,23

Nr. 06
Kjartan Kjartanson
9:50,10

Nr. 07
Arnbjørn Fagraklett
10:26,35

Nr. 08
Martin Simonsen
10:33,80

Nr. 09
Símun í Heimistovu
10:43,28

Nr. 10
Gilbert Gullaksen
10:46,06

Nr. 11
Anfinn Hansen
10:46,78

Nr. 12
Hans Jakki Joensen
11:02,17

Nr. 13
Rógvi Simonsen
11:21,51

Nr. 14
Kári Vitalis
11:31,83

Nr. 15
Jóhan Hendrik Mohr
11:36,31

Nr. 16
Ólavur Jacobsen
11:54,37


Heimsmeistarakappingin í Egning
Úrslit:

Nr. 01
John Havn
(Føroyar)
8:47,16

Nr. 02
David Petersen Liland
(Norra)
11:25,31

Nr. 03
Einar Guðbjartsson
(Ísland)
12:19,03


Heimsmet í egning
John Havn
8:38,10