Á Føroya Sjómannadegi heiraði Klaksvíkar Útróðrarfelag eisini bestu bátar og skip í norðoyggjum
Fyrireikararnir siga at í ár valdu teir at halda seg til bestu bátar í skip í norðoyggjum, men næsta ár er so ætlanin at heirað bestu bátar og skip í landinum.
– Tað var ikki lætt at fáa hendur á røttu hagtølunum og tí valdu vit at avmarkað okkum til Norðoyggjar, sigur Ólavur Poulsen, formaður í Klaksvíkar Útróðrarfelag og ein av fyrireikarunum.
Bestu bátar og skip 2004 í tonsum
Útróðrarbátar, smáir
Bjørgvin
165 tons 887 kg
Útróðrarbátar
Bragd
431 tons 391 kg
Línubátar
Fagraenni
238 tons 38 kg
Trolbátar
Gáshøvdi
553 tons 983 kg
Línuskip
Klakkur
1249 tons
425 kg.
Tølini eru fingin til vega í samstarvi við Lønjavningargrunnin




