Leygardagin verða fleiri kappingar fyri yngri lið í Klaksvík umframt dystir hjá smádreingjum og 4. deild
Fyrsta kappingin verður klokkan 9, tá ið FM-hálvfinalubólkur hjá Gentur 10-12 ár verður. Her liggur KÍ á odda eftir fyrra umfarið.
Síðani spæa piltar og smádreingir kapping á hálvum vølli, og eftir tað spæla smádreingir b á heilum vølli, og fótbóltsdagurin endar við 4. deildardysti millum KÍ og NSÍ.
Sunnudagin verður bert tann eini dysturin, og tað er kvinnudysturin millum KÍ og FS Vágar. 3. deildardysturin ímillum KÍ og VB verður av ongum, tí VB er koyrt úr kappingini.
Leygardagin 27. august
Kl. 09.00: Gentur 10-12, KÍa, B36, AB, Skála
Kl. 10.30: Piltar 1/2 vøll, KÍa, HBc-d, B36b, MB
Kl. 13.00: Smádr. 1/2 vøll, KÍ, B36a, VB, ÍF
Kl. 15.00: Smádreingir, KÍb-AB
Kl. 18.00: 4. deild, KÍ-NSÍ
Sunnudagin 28. august
Kl. 15.00: 1. deild kvinnur,KÍ-FS Vágar 2004




