Jóhann Nielsen er einasti føroyingurin sum kann gerast landsliðsvenjari, sigur Petur Mohr
Petur Mohr, sum síðani fyrst í 90unum hevur verið venjari í fremstu føroysku deildini, sigur at besta boði upp á nýggjan landsliðsvenjara er ein útlendingur við nógvum venjararoyndum.
– Eg eri ikki samdir við teimum sum siga at vit skulu hava ein føroying. Teir sum tosað fyri hesum hava bitið so ov nógv fastar í at tað er so umráðandi, júst at velja ein føroying. Tað haldi eg ikki.
– Eg haldi hinvegin at tað er nógv betur at fáa ein útlending við royndum. Og tá meini eg ikki ein royndan landsliðsleikara, men ein royndan venjara, sum veruliga kann geva føroyskum fótbólti íblástur.
Jóhann Nielsen
Til tosið um føroyskan landsliðsvenjara, sigur Petur Mohr at eftir hansara tykki er bert ein sum kann vera landsliðsvenjari.
– Jóhann Nielsen er einasti føroyingurin sum kann koma upp á tal at venja landsliðið, og eg ivist heldur ikki í at hann hevði gjørt eitt sera gott arbeiði.




