Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur hildin við maner

John William Joensen

Innan øll yrki er neyðugt, at tey, sum útinna yrki, eru errin av tí og kenna ein stoltleika við tað, sum tey fáast við. Hetta er viðurkent í allari nútímans leiðslumenning, segði Bjørn Kalsø, Fiskimálaráðharri, tá hann setti Føroya Sjómannadag

Góðu luttakarar og tit øll, sum hava sett stevnu ídag, nú tiltakið Føroya Sjómannadagur fer av bakkastokki. Ein serstøk heilsan til fyriskipararnar og útlendsku gestirnar.
Tað er mær bæði ein gleði og ein heiður at siga nøkur orð og alment seta sjómannadagin, ið verður hildin her í Klaksvík, sum umframt at vera høvuðsstaður norðinga eisini er fremsta fiskivinnupláss í landinum.
Lat meg beinanvegin takka teimum, ið hava tikið stig til Føroya Sjómannadag. Tiltakið skal ivaleyst skiljast sum lutvíst skemt og hugni, men álvari er eisini í. Innan øll yrki er neyðugt, at tey, sum útinna yrki, eru errin av tí og kenna ein stoltleika við tað, sum tey fáast við. Hetta er viðurkent í allari nútímans leiðslumenning, og í Føroyum eru vit farin at kjósa árins virki, árins átak og eisini ársins leiðara. So hví ikki ársins egnara, útróðrarmann og agnskerara.
Føroyski sjó- og fiskimaðurin hevur allar grundir til at vera errin av sínum yrki, ið umframt teir sjálvar, breyðføðir ein stóran part av føroyingum. Tí kann ein í roynd og veru undrast yvir, at hetta tiltakið ikki er komið fyri fleiri árum síðani. Hinvegin kunnu vit so nú gleðast yvir, at fyrsti sjómannadagurin verður hildin við "manér". Her eru fleiri heimsmeistarheiti, framsýningar og ikki at gloyma bryggjudansur.
Uppvaksin sum unglingi á Syðradali og í Klaksvík, havi eg eisini einaferð havt mín gongd í egningarskúrunum. Har vóru nógvar góðar løtur saman við egnarum, útróðrarmonnum og øðrum sjómonnum. Løtur, sum umframt at hava ríkað lív mítt sum menniskja og sum samfelagsborgara, eisini hava lært meg, at øll lið hava týdning fyri heildina. Hvat er t.d. ein góður útróðrarformaður verdur uttan góðar egnarar á landi?
Egningarskúrarnir á Stongunum vóru, og eru helst enn, eitt satt eldorado, tá tað snúði seg um samfelagsvísund. Her vóru allar politiskar avgerðir endavendar og øll mál av samfelagsligum og vinnuligum týdningi vórðu viðgjørd í hvørjum einasta skúri. Og her var loyvt at hava sína hjartans meining um øll lívsins viðurskifti.
Og klaksvíksingum líkt, var KÍ eisini eitt av stóru samtaluevnunum. Sigur ella tap, líkamikið, men Jógvan Linklett hevði í hvussu so er altíð onkra frálíka bjarging.
Í skúrunum her á Stongunum og eisini hinumegin vánna gingu tá sum nú nógvir mætir menn:
Synirnar hjá Hjalgrimi – fiskiklógvir av Guðs náði. Hans Pauli var ein annar, Símun og Hjalmar á Syðradali, Pól á Fuglberg, Niklas á Selheyggi, Frits á Háenni, Poul Jóhann á Dunga,  og ein røð av øðrum útróðrarformonnum og útróðrarmonnum.
Í heimi okkara varð tosað um hesar menn við stórari virðing. Hesir vóru garparnir, sum fingu samfelagshjólið at mala.
Á sama hátt sum Ernest Hemingway skrivar um gamla mannin og havið, har hesin bardist við náttúrukreftirnar, soleiðis er lívið hjá okkara siglandi fólki – ein lívslangur bardagi við náttúrukreftirnar.
Tað var Anker Bjartalíð, sum fekk tann ivasama heiður at læra meg at egna. Hetta var í skúrinum hjá Nestanga.
Eg gekk um hetta mundi í skúla á í Klaksvík og kom tá í hóslag við millum aðrar Kristian hjá Meinhard á Húsum, Petur Hans hjá Jákup hjá Petur Hans á Høvdanum og Frímund hjá Jóan Paula í Svínoy. Teir egndu og vunnu væl av peningi, so hetta lokkaði.
Hóast lærumeistarin var góður, má eg ásanna, at venjingarstøðan er so ring í løtuni, at eg havi ikki torað at melda meg til kappingina, hóast tað ikki hevði verið av leið at kunna prýtt seg við heitinum "heimsmeistari í egning", serliga tá ið eg hitti starvsfelagar í grannalondum.
Sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum varði eg eisini av trygd á sjónum og tilbúgving. Í Føroyum dúar ein stórur partur av tilbúgvingini uppá sjálvboðið arbeiði, har hugagóðir einstaklingar leggja nógva orku í. Eitt nú hevur Norðoya Bjargingarfelag víst seg sum eitt sera virki felag, og fari eg at ynskja felagnum til lukku við nýggja bjargingarbátinum við væl valda navninum Ziska, sum um eina løtu kemur inn eftir vánni á fyrsta sinni. 
Eg vil at enda takka fyrireikararunum av hesum fyrsta føroyska sjómannadegi fyri gott arbeiði og vóni sjálvandi, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak, sum okkara sjófólk og onnur við taka til sín.
Við hesum fátæku orðum er 1. føroyski sjómannadagurin hervið settur.
Harrans signing!
Takk.