Eivind av Reyni, stjóri á Reyni Service sigur við Norðlýsið, at hann vónar at kunna flyta inn í nýggju snotuligu hølini við Borðoyarvík í november í ár.
Nýggi bygningurin hjá Reyni Service P/F er við at taka skap á ídnaðarøkinum við Borðoyarvík, og tað er líkt til, at hetta verður vakrasti bygningurin á økinum higartil.
Eivind av Reyni sigur, at tað hevur gingið væl við byggingini, hóast teir eru nakað tarnaðir av veðri, men alt í alt vóna vit at kunna flyta inn í november í ár.
Á verkstaðnum hjá Reyni Servce á Stongunum ídag, eru trý fólk í føstum arbeiði, men vit rokna við, at tá vit flyta í nýggju og størri hølini við Borðoyarvík, vera vit helst eini fimm fólk í arbeiði í byrjanini. So veldst um hvussu nógv verður at gera í nýggju hølunum.
Vit fáa ein nýggjan og nýmótans verkstað, so sjálvt um okkara tænasta fyrst og fremst ætlað einari góðari tænastu til Toyotabilarnar, so fara vit at vera førir fyri at taka øll onnur merkir inn til ávísar umvælingar.
Í bygninginum verður umframt verkstaður, eisini framsýningarhølir til nýggjar og brúktar bilar, so tá vit flyta inn uppi við Borðoyarvík, verður virksemið, sum vit hava havt norðuri á Stongunum niðurlagt og alt verður flutt á ídnaðarøkið í nýggju hølini, sigur Eivind av Reyni at enda.




