Sunnukvøldi umleið kl. 23 fór ein maður á motorsúklu ígjøgnum Norðoyatunnilin
Tilburðurin var beinan vegin meldaður til løgregluna sum lítla løtu seinri fekk hendur á manninum.
– Tað er beinleiðis lívshættisligt at koyra ígjøgnum tunnilin við bensinmotori. Tað er soleiðis at tað eru lummar av luft inni í tunnlinum, sum bilar við bensinmotri kunnu festa í. Tað er als ikki loyvt at koyra gjøgnum tunnilin og tey sum bróta forboðið vera meldaði til løgregluna var sagt at politistøðini í Klaksvík.
Arbeiðsformaður hjá NCC, sum Norðlýsið tosaði við greiddi frá at tað er sera hættisligt at koyra ígjøgnum tunnilin.
– Maskinurnar sum vit brúka kunnu leka olju út á vegbreytina og harafturat er nógvur roykur og myrkt í tunnlinum.
– Vit hava vaktir sum fylgja ferðsluni og vit loyva bert sjúkrabilum í serligum føri at koyra ígjøgnum tunnilin.
Nógv ringa
Tað eru eisini nógv fólk sum ringja til arbeiðsmennirnar í Norðoyatunnlinum fyri at sleppa at koyra ígjøgnum, men hetta verður ikki loyvt tí slík koyring er til stóran ampa fyri arbeiði, var sagt frá NCC.




