Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væleydnaður Nósa-føðingardagur

Oliver Joensen

Útivið 400 børn saman við foreldrum møttu upp til føðingardagin hjá Nósa í Klaksvík.

Ikki kann sigast annað enn at børnini í Klaksvík tóku sera væl undir við Nósa-føðingardagnum, útivið 400 børn saman við foreldrum møttu upp til føðingardagin hjá Nósa, sum varð hildin í KÍ-høllini leygardagin. Millum mongu gestirnar vóru eisini tvey systkinabørn hjá Nósa.
Angela saman við Nósa bjóðaði vælkomin, og børnini ynsktu Nósa tillukku við at syngja tillukku til tín..
Síðani undirhildu gyklararnir Glott og gleimi. Høvi var eisini hjá børnunum at tekna og hoppa í hoppiborgum, og hugnaðu børnini sær óført.
Fyri at halda skil á øllum, var Erling politistur komin. Eitthvørt leskiligt var eisini til børnini, og tey vaksnu fingu kaffi og køkur.
Eitt sera gott og vælfyriskipað tiltak.