Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sørvágs kommuna hevur ikki selt síni partabrøv

John William Joensen

Sølan av Vesturvón er komin sum ein bumba og vit hava als ikki tikið nakra støðu, sigur varaborgarstjórin í Sørvágs Kommunu

Tilboði sum Sørvágskommuna hevur fingið upp á partabrøvini er 40 milliónir krónur, men málið er so nýtt at kommunan als ikki hevur tikið støðu til at selja.
Av tí at borgarstjórin var burturstaddur ringdu vit til varaborgarstjóran, Erik Davidsen, men hann vildi ongar viðmerkingar gera.
– Hetta er komið sum ein bumba uttan at nakra fráboðan, og tí hava vit als onga støðu tikið í málinum, var einasta viðmerkingin vit fingu frá varaborgarstjóranum.
Hann vísti til borgarstjóran, men enn hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á honum.