sigur Suni Jacobsen, bygdaráðslimur í Sørvági, sum væntar at bygdarráði verður kallað saman
Sørvágs Kommuna er millum tey eftirverandi 40% ini, sum eiga í Vesturvón, og Suni Jacobsen bygdaráðslimur væntar at kommunan fer at tosað við hinar parta eigararnar í felagnum.
– Tað er nokk eingin meining í framhaldandi at eiga partapening í felagnum og í vænti eg at Sørvágs Kommuna fer at selja sín part.
– Tað er eingin loyna at tíðindini komu sum eitt sjokk fyri bygdina. Vesturvón hevur verið hønan sum legði gull eggini, og tí er tað ikki løgi at fólk í kommununi eru ótrygg við støðuna.
– Í løtuni vita vit tó ikki um hetta kemur at fáa avleiðingar fyri bygdina og tað er hendan óvissan sum ger at fólk eru ótrygg.
40 mill. kr. ríkari
Um kommunan velur at selja partabrøvini í Vesturvón so far Kommunan 40 mill. kr. burtur úr søluni, men Suni visti ikki at siga hvat kommunan ætlar at gera við tann peningin.
– Sum sagt so vænti eg at bygdaráði verður kallað saman í dag at viðgera støðuna, og í løtuni veit eg ikki hvørjar møguleikar kommunan hevur.
– Men eg dugi tó ikki at síggja nakra meining í at kommunan framvegis verður partaeigari, og tí vænti eg at vit, eins og hinir partaeigararnir fara at selja.
Lagt kann verða afturat at í Sørvágs kommunu eru umleið 1000 borgarar so um bygdaráði velur at útgjalda peningin frá søluni til borgararnar, so vera tað 40.000 krónur í part.
Hetta kann gerast til fitt av penini fyri húski har fleiri fólk eru.
Mest sannlíkt er tó at peningurin verður brúktur til okkurt almannagagnligt endamál.




