Leygardagin skipaði Stuðulsfelagið Dragin fyri árligu fiskikappingini og 12 bátar vóru við, tríggir úr Norðdepli og níggju úr Klaksvík.
Tað viðraði ikki av tí allarbesta leygardagin, tá fiskikappingin varð fyriskipað. Helst orsakað av lágættini meldaði ongin bátur til á Borðoyarvík og flestu bátarnir á vánni vóru høgligir.
Vinnari gjørdist Brattaberg við John Erik Frederiksberg og Mikkjal Lamhauge, sum fingu 102,3 kg ella 61,15 kg upp á mannin. Nr. 2 gjørdist Fliðan úr Hvannasundi við Rógva og Martin simonsen, teir fingu 61,5 kg ella 30,75 kg uppá mannin og nr. 3 gjørdist Benjamin við Sólarn Isaksen og Marna Isaksen, teir fingu 57 kg ella 28,5 kg. pr. mann.
Størsta fiskin fekk Jenny úr Hvannasundi við Richard Johannesen og Per Joensen, tað var ein upsi sum vá 6,8 kg.
Menninir á vinnandi bátunum fingu allir medaljur og steyp, harafturat fekk vinnandi báturin eitt ferðasteyp at hava í varðveitslu til næstu kapping.
Áftaná steypahandanina, varð allur fiskurin seldur á uppboði á Stongunum, har Helgi Laksáfoss var uppboðssøluhaldari og væl gekst at selja.
Tá bátarnir komu aftur, fingu menninir suppu umborð á Draganum. Um kvøldið var fiskikappingardansur í Skálanum.




