Meðan Klaksvíkar Kommuna bíðar eftir dómi frá løgmanni um mistan pening í Phønix deila bygdarráðslimir í Sørvági út pening frá partabrøvum í Vesturvón
Tað kann tykjast løgið at Klaksvíkar Kommuna verður gjørd til lógbrótara og nú bíðar eftir niðurstøðu frá løgmanni, sum skal taka dagar ímillum um borgarstjórin skal meldast til løgregluna ella hava nøs og gjalda kommunukassanum endurgjald.
Samstundis sum klaksvíkingar bíðja eftir løgmanni er nógv umrødda sølan av Vesturvón komin væl við hjá kommunukassanum í Sørvági.
Klaksvíkar Kommuna hevur sambært kommunala eftirlitinum brotið kommunulógina.
Í Kapitul 8, §42 stendur soleiðis:
Fíggjarnevndin skal ansa eftir, at øll peningaogn hjá kommununi er goymd á tryggan hátt. (Stk. 2.) Peningaognir skulu setast í peningastovn, á postgiro ella í tílík lánsbrøv, ið nýtt verða, tá ið um ognir hjá ómyndingum ræður, so tær geva sum mest av sær.
Hesa regluna hevur Klaksvikar Kommuna brotið sambart Kommunala eftirlitinum.
Sørvágs Kommuna
Men sambært somu kommunala lóggávu kapittul 9, §50 stendur soleiðis:
§ 50. Ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga.
Stk. 2. Kommunan kann seta almenn tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnulívið á staðnum, men stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast uttan so, at serligar orsøkir eru.
Stk. 3. Áðrenn tiltak sambært stk. 1 ella stk. 2 verður sett í verk, skal kommunustýrið skrivliga boða landsstýrismanninum frá hesum.
Viðmerking. Sambært vanligum almennum rættaraðalreglum viðvíkjandi kommunalum uppgávum, er tað, sum meginregla ikki ein kommunal uppgáva at reka handil, handverk, ídna ella fíggjarligt virksemi, uttan so, at lógarheimild er fyri hesum.
Tað er heldur eingi ivi um at Sørvágs Kommuna als ikki hevur loyvi til at eiga partabrøvini í Vesturvón, heldur ikki sambært gladandi lóggávu í 1972 tá kommunan samtykti at seta pening í.
Tað vóru eisini aðrar kommunur sum settu partapening í vinnuvirksemið og mest tragiska dømið var Tvøroyri sum kom í stóra skuld orðska av partabrøvum í skipum og øðrum.
Kommunala eftirlitið
Hilmar Høgenni sum umsitur kommunala eftirlitið í Innlendismálaráðnum sigur við Norðlýsið at teir ikki hava ætlanir um at taka málið viðvíkjandi Sørvágs Kommunu upp.
– Vit eru sum áður sagt í ferð við at kortleggja virksemið hjá kommununum
– Vit hava heimild til at fara inn og seta spurningar og tað fara vit møguliga at gera, men vit meta ikki at málini kunnu samanberast.
– Men vit hava ikki tikið nakra støðu hesum viðvíkjandi.
– Vit koma tó so ella so at viðgera partabrøvini sum Sørvágs Kommuna átti í Veturvón.
Hóast Kommunala eftirlitið ikki heldur at málini kunnu samanberast so má tað tó sigast at vera sera ivingarsamt.
Í løgfrøðisligu niðurstøðuni hjá Løgmansskrivstovuni verður sagt at tað er eingin ivi um at borgarstjórin í Klaksvík setti lógina til viks tá hann avgjørdi at seta pening í týska íløgufelagið.
Tað er heldur eingin ivi um at bygdaráði í Sørvági setti kommunulógina til viks tá teir í 1972 settu partapening í Vesturvón, men tá var hetta so vánligt í Føroyum at eingin hevði nakra viðmerking til hetta.
Tí má niðurstøðan vera at kommunurnar eru ikki líka fyri lógini og einasti munurin í hesum førinum er at Klaksvíkar Kommuna misti pening meðan Sørvágs Kommuna vann pening.
Phønixmálið bíðjar eftir løgmanni
Málið viðvíkjandi Phønix liggur framvegis og bíðar á skrivaraborðinum hjá løgmanni og har hevur tað ligið í rúma tíð.
Ilt er at meta um hvørja niðurstøðu løgmaður kemur at gera sær, tí tað er greitt at mong dømi eru um at kommunur ikki hava umsiti skattapening í tráð við galdandi lógir og reglir. Serliga í 70 unum og 80unum settu kommunur nógvan pengin í flakavirkir og skip eisini Tvøroyra Kommuna har Løgmaður síðan 1980 var býráðslimur.
Tí kann neyvan hugsast at løgmaður velur at melda málið til løgregluna, tá hetta kann vantast at føra til at mong líknandi mál verða drigin fram til viðgerar.’
Nú skal undir strikast at Norðlýsið ikki sigur at Løgmaður sum býráðs politikari á Tvøroyri hevur gjørt nakað ólógligt, men tað er nokk eingin ivi um at løgmaður eins og aðrir i vóru virknir í politikki í 70-unum og 80-unum hava havt tað uppfatan at tað var av avgerandi týdningi fyri lokalsamfeløgini at kommunukassarnir settu partapengin í virksemið sum kommunulógin annars ikki loyvdi.




