Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrstu krovini komin upp at hanga

John William Joensen

Mikudagin fekk Netto fyrstu sendingina av føroyskum krovum og tey komu av Skarvanesi.

Álvur Klakk, stjóri á Netto, sum er ein handilsfyritøka í Klaksvík, ið er kend víða um fyri serstakliga góða ræsta og turra føroyska kjøti, sigur,  at tað gongur alsamt trekari at selja føroyskt ræst kjøt.
Hóast tað fyri árum síðani vóru fleiri handlar enn ídag, sum bjóðaðu ræst kjøt til sølu, so hevur tað víst seg at gerast alsamt truplari at selja føroyskt ræst kjøt. Vit hava minka um innkeypið hjá okkum hesi seinnu árini sigur Álvur Klakk og eg rokni við at vit í ár fara at keypa um 100 krov færri inn enn vit gjørdu seinasta ár. Orsøkirnar til gongdina eru helst mangar, men tað er nokkso markant, at alsamt færri ungfólk brasa riv nú á døgum og hevur hetta helst sína orsøk í, at tað er "in" ikki at eta feitt. Sjálvandi, um tú etur feitan mat alt árið og síðani fært nøkur feit riv afturat um heystið, so gongur skjótt skeiva vegin, men valla er tað so at tað er sesongmaturin ið oyðileggur, heldur man tað vera dagliga valið av kosti, sum tilsamans gevur ov nógva fiti.
Tað er spell at gongdin skal vera soleiðis, men tað er helst lítið at gera við tað. Vit síggja tað eisini aftur í søluni av turrum kjøti, fólk vilja helst bert hava tjógv og tí kemur tað meira enn so fyri, at bóndir selja turru tjógvini fyri dupult so høgan prís sum teir selja bøgirnar fyri og tað kemur av tí einfaldu orsøk at tey eru fá, sum vilja keypa síður og bøgir tí tey halda at hetta er ov feitur matur.
Uppá fyrispurning okkara, nær vit kunnu vænta at tað fyrsta verður ræst hjá honum sigur Álvur, at hann fekk 23 krov av Skarvanesi mikudagin og væntandi skuldi hann fáa tey fyrstu av Viðareiði hósdagin. Tit kunnu vænta at fyrstu ræstu bitarnir fara at fáast til keyps í Nettu um ein mánaða ella so.
Um vektina sigur Álvur Klakk at enda, at hann fekk eina líknandi sending frá saman bónda í fjør um somu tíð og miðalvektin í á lá hægri enn í fjør, so hóast grundarlagið er lítið at byggja eina prognosu á um miðalvektina í ár, so ber hendan fyrsta sendingin í hvussu so er boð um at miðalvektin verður ikki lakari enn í fjør.