Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marius svarar Bergi

John William Joensen

Í svarinum sigur formaðurin fyri Norðoya Bjargingarfelag at felagið higartil í ár hevur verið úti til fýra uppgávur.

Spurningarnir ljoða tí m. a. soleiðis:
1. Hvussu nogvir tilburðir í Norðoyaøkinum seinastu fimm árðini prógva at tørvur er á einum lokalum bjargingarbáti?
2. Hvussu mong av hesum tiltøkum, kundi Vaktar og Bjargingartænastan og lokalir og staðkendir útiróðramenn ikki haft loyst?
3. Hvussu er Ziska og manningin á honum samskipað við V&B og Sjóbjargingarstøðina um á stendur?
4. Hvussu sær manningarlistin á Ziska út, og hevur manningin førleika og tilbúgvingarstøði,
ið er nýtiligt í øllum veðri og alt samdøgni alt árið?
  
Takk fyri fyrispurningin Bergur.
 
Svar her:
1. Ikki allir tilburir eru skrásettir, men higartil í ár hevur felagið verði 4 ferðir úti til ymiskar uppgávur.

2. V&B kundi uttan iva loyst allar uppgávur, bara ikki inninfyri somu tíðsrammir. Sama kundu staðkendir og lokalir menn gjørt. 

3. Ziska er skrásettur hjá MRCC sum tøkt amboð.

4. Manning er tøk við útkalliskipan. Norðoya Bjargingarfelag hevur eisini limir ið hava royndir í bjargin við skjótt siglandi bjargingarbáti.


Sum eg siti og svari, so ivist eg um fyrispurningurin kemur frá Bergur Jacobsen´s dansiorkestur ella Bergur Jacobsen presti ?

Harleywoodpaint