Leygardagin 17. september fyllir upsaseljarin, Petur hjá Hildugunn á Gørðum, tríati.
Petur vaks upp norðuri á Gørðum í Klaksvík. Hann var sum allir hinir dreingirnir har noðruri, spældi bólt móti garasjuhurðini hjá Jógvani við Keldu og helt nógv til á spæliplássinum norðuri á Gørðum. – Annars hevur bóltspælið móti garasjuhurðini ført til, at Petur nú er stjóri fyri superliga-holdið hjá KÍ. Sig so tað!! – Og tað var júst har á spæliplássinum, sum Petur sjálvur hevur sagt frá, at hann fekk sín fyrsta kunnleika til mótsetta kynið. Hann fekk sín fyrsta muss har og varð eisini fyrstu ferð avvístur av einari gentu á spæliplássinum norðuri á Gørðum, og tað kann ein næstan siga er meira ella minni blivin til ein væna hjá Peturi hesi seinnu árini, at verða avvístur; men lat tað fara.
Sum smádrongur dámdi Peturi sera væl at fara saman við abba sínum, Hanusi á Gørðum, við gamla Bedford lastbilinum og trilla frá Skipafelaginum og norður á Stengurnar. Trilla er rætta orðið, tí ikki koyrdu teir báðir skjótt, heldur trillaðu, og mangan kom tað fyri, at tað gjørdist trafikkproppur í bygdin av teimum báðum. Men teir lótust ikki um vón og trillaðu bert víðari við somu ferð. Mangar góðar løtur átti Petur í tí gamla Bedford lastbilinum hjá abbanum.
Petur gekk í "Ovaraskúla" sum tað kallast her norðuri. Honum dámdi sera væl í skúlanum, ikki nakar framúr næmingur, men kláraði seg hampiliga væl. Mær rennur til hugs einaferð at allur árgangurin hjá Peturi var savnaður í gomlu fimleikahøllini, tí tey høvdu fingið eina vitjan av einari týskari lærarinnu, og øll skuldu kunna seg um Týskland og týskt.
Petur helt seg til og fór upp á pallin og ætlaði at royna seg á týskum, sum hann so oftani hevði reypað av, hvussu væl hann dugdi. Hon spurdi hann á týskum, hvat hann gjørdi eftir skúlatíð. Petur svaraði sera errin og hart "Ich plage egnen" umsett: "eg plagi at egna". Láturin rungaði, og tað tók fleiri ár, áðrenn hetta aftur var niðurlagt.
Petur er musikalskur, og hann hevur verið og er ein av stuðlunum í Klaksvíkar Hornorkestri, har hann er nevndarlimur í nógv ár.
Petur hevur altíð dugað væl at spælt sjónleik og at skemtað, og tí var tað ikki annað enn natúrligt, at hann endaði á pallinum hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag fyrst í nítiárunum. Petur hevur spælt fleiri teiti og sjónleikir, og í sjónleikarahúsinum hevur hann hildið sera nógv til. Hann var partur av "klikuni" har í húsinum, og oftani gjørdu teir gjøldur burtur úr hvørjum øðrum. Mær rennur aftur til hugs nakað, sum hendi í sjónleikarahúsinum, ella rættari sagt í smikirúminum, fyri eini fimm árum síðani. Petur hevur tann veikleikan at sovna, tá ið ov nógv kemur uppí, ella tað gerst seint. Hetta var júst tað, ið hendi. Petur var sovnaður, og nakrir kúllar gjørdu ikki mætari, enn at teir tóku eina fløsku, hildu eitt stearinljós undir botnin á henni og sótaðu andlitið á honum út, so hann gjørdist krunkasvartur. Kúllarnir fóru síðani til hús og lótu Petur liggja eftir sovandi, við einum svørtum, sótaðum andlitið. Tað, sum síðan hendi, var, at Petur vaknar umleið kl. 10:30 henda vakra sunnumorgun. Hann grunar onki ilt og fer síðani til gongu norður á Garðar til mammu sína. Á vegnum hittir hann fleiri kvinnur og menn, sum eru á veg bæði í kirkju og á møti í Betesta. Petur heilsar, og tey undrast á, hví hann er so svartur um andlitið. Petur veit av ongum og heldur alt standa væl til. Mamman stákast í køkinum, og Petur kemur inn og setur seg niður við køksborðið og fær sær ein kaffimunn. Hildugunn, mamman, vendir sær á, hyggur upp á Petur, sigur ikki eitt orð, men ristir bara við høvdinum; fer síðani yvir til Petur og sigur stutt og greitt "Nær verður tú vaksin???". Petur hyggur undrandi við svørtum andliti upp á mammu sína.
Eisini eina aðru ferð kom Petur malandi heim tíðliga ein morgunin; hann visti ikki, hvønn veg hann mundi venda, tí hann lat seg úr klæðunum og legði seg at sova í baðikarinum. Helgi, pápin, kom upp um morgunin, og fyrsta hann sær á baðirúminum er Petur, sum liggur so fittur og svevur í baðikarinum. Hann biður Petur fara í song, tí hann verður kaldur, um hann skal liggja har allan dagin. Petur letst ikki um vón, tekur bert í sjampohillina og togar hana yvir til sín og ballar seg undir henni. So Helgi og Hildigunn eru tolin, má man siga.
Men nú rundar upsaseljarin nesið, tey tríati. Einsamallur!! Og tað stendur í skriftini, at ikki er tað gott, at maður gongur eina. Tað stendur eisini, at maður skal fara frá faðir og móður síni og halda seg til konu sína. Men, um hann vil tað ella ei, Petur er í dag gamal drongur, og tað er eitt faktum. Hildugunn og nógv onnur hava spurt, nær hann ætlar sær at finna sær eina konu, eina ordiliga konu. Ikki hetta tvætli, hann hevur haft fyri, tey seinastu árini, at konufólk bert koma ein túr út á Torvgøtu – tað er har, Petur hevur sína gamladreingjamannaíbúð – til ein einsamallan kaffimunn og so fara tær heimaftur. Petur má finna sær ein ordiliga konu!! Men tað er ljós at síggja fyri framman, hinumegin nesið. Røddir vilja vera við, at Petur í seinastuni hevur ferðast nógv í Havn, kanska í so nógv siga summi. Ongin veit, hvar hann heldur til, og teir vinmenn, sum hann hevur í Havn, vita heldur onki; teir standa spyrjandi, men vita bert, at hjá teimum svevur hann ikki, og ongi hotell ella sjómansheim kenna nakað til Petur. So onkra vitjar hann í Havn fyri tíðina, men hvørja veit ongin. Og eg sigi bara við tykkum, sum nú ætla at spyrja hann, hvør hon er ella hvat hann ger í Havn? Tað nyttar onki, hann fortelur onki, tættir sum fløskan, akkurát sum ein gamal drongur. Men vit vóna, at hann finnur sær ein fitta konu við sína lið, tí tað er onki lív at enda sínar dagar undir flagnum einsamallur og óbrúktur.
Tillukku við teimum tríati Petur og góða eydnu í framtíðini.
Heilsan
"Ein sum ikki longur er gamal drongur"




