Í næstu sendingini verður gesturin Niklas Heri Jákupsson, meðan Arnfríð Lútzen verður solisturin á Musikcaféini.
Leygarkvøld í Atlantis
Aftur í ár verður skipað fyri beinleiðis leygarkvøldssendingum úr Atlantis í Klaksvík. Í næstu sendingini, ið fer av bakkastokki nú leygarkvøldið kl. 19.05, verður gesturin Niklas Heri Jákupsson, meðan Arnfríð Lútzen verður solisturin á Musikcaféini. Fasta húsorkestrið manna Magni Husgaard, Eyðun Nolsøe, Mikkjal Hvannastein og Jens Pauli Joensen. Vertur er Gunnar Nolsøe.
Atgongumerki á 50 kr. kunnu keypast á Shellstøðini í Klaksvík ella í Atlantis hálvan tíma undan filmssýningum.




