Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kyndil aftur til Havnar við stórtapi

Oliver Joensen

Sigast má, at Kyndil megnaði ikki at geva Stjørnuni stóra mótstøðu ídag í KÍ-høllini. Hálvleiksstøðan var 12-6 og endaliga úrslitið 32-17 til Stjørnuna.

Í fyrsta landskappingardystinum hittust Stjørnan og Kyndil ídag í KÍ høllini og bert í teim allar fyrstu minuttunum sá út til at dysturin fór at vera spennandi, men tað skræðnaði skjótt og hóast Stjørnan eisini brúkti unglingaleikarar, gjørdist hálvleiksstøðan ein tryggur 12-6 sigur til Stjørnuna.
Í øðrum hálvleiki helt Stjørnan fram við at økja, og tá ið umleið 15 minuttir vóru eftir at leika, vóru bert Una og Alina av "gomlu gardini" inni, ímeðan hinar fimm allar vóru unglingaleikarar og heldur ikki her megnaði Kyndil at gera nakað munagott, og sostatt endaði dysturin við einum stórsigri til Stjørnuna, nevniliga 32-17.
Tað sær út til at nýggi venjarin hjá Stjørnuni hevur hug at breiðka um hópin við at geva ungu evnaríku leikarunum góða rúmd at leika í.