Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starvsfólkini hjá Fjord Line skelkaði

John William Joensen

Sambart Bergens Tidende eru starvsfólkini hjá Fjord Line baði skelkaði og bangin eftir at Smyril Line hevur keypt meirilutan í felagnum

Bergens Tidende skrivar at tey 500 starvsfólkini hjá Fjord Line eru banging fyri at missa arbeiði og høvuðs álitismaðurin sigur við blaði at tíðindin hava gjørt fleiri starvsfólk sjúk.
– Hettar er ein góður dagur segði informatiónsstjórin Atle Kvamme til Bergens Tidende tá hann greiddi frá at Smyril Line hevið sett 50 milliónir í felagið fyrr í dag.
Men starvsfólkini hjá Fjord Line tóku ikki undir við informatiónsstjóranum.
– Hettar er ein syrgiligur dagur. Felag okkara er enda á útlendskum hodnum. Frustratiónir er tað sum hevur merkt starvsfólkini í dag. Fólk eru bangin fyri at reiðarríði við hesum fer at flagga út saman við arbeiðsplássunum. sigur høvuðsálitsmaðurin Bjørnevik.
Hann er rasandi um at leiðslan einki hevur sagt fyri starvsfólkunum.
– Nú skulu 500 starvsfólk liva í óvissu um sína framtíð og tað er ikki løgi at hetta ávirkar heilsuna hjá fólki.
Sum høvuðsálitismaður er hann sjálvur informeraður um hvørjar planir sum Fjord Line hevur.
–  Men eg havi 100 prosent tavshedsplikt og kann tí ikki greiða limum mínum frá ætlanunum hjá leiðsluni.
–  Men í mínari verð er eingin ivi um at leiðlans helst í dag legði allar ætlanirnar á borði.
Bjørnevik sum jú er limur í Norska sjómannafelagnum sparir ikki upp á krúti og sigur at í veruleikanum er Fjord Line flagga út.
– Útflaggingin er ein bleinleiðis krígsavbjóðin móti norsku stjørnuni sum gekk langt fyri at varðveita norsku reiðarríðini.
 
Informatións stjórin hjá Fjord Line avvísur ikki møguleianu at Fjord Line í framtíðini kemur at sigla undir føroyskum flaggi.
 
kelda:
www.bt.no