Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søren Olsen: Nýggjur landsliðsvenjari í svimjing.

Søren Olsen

Jón Bjarnasson er nýggjur svimjilandsliðsvenjari.

Svimjisamband Føroya hevur sett vábingin Jón Bjarnasson sum landsliðsvenjara.

Jón hevur verið í Danmark tey síðstu 8 árini, har hann, millum annað, hevur verið venjari hjá felagnum í Estbjerg, Westswim, við sera góðum úrslitum.

Jón var venjari hjá Tvøroyrar Svimjifelag áðrenn hann tók leiðina til flatlond, har hann tók útbúgving hjá Dag Stormark sum svimjivenjari. Meðan hann tók hesa útbúgving, var hann venjari hjá Nord, sum er svimjifelag í Norresundby, norðan fyri Aalborg.

Nú er Jón so heimkomin á klettarnir aftur, hann er venjari hjá Tvøroyrar Svimjifelg, og nú er hann so eisini landsliðsvenjari. Spennadi verður at fylgja við, hvussu Jón ferð at menna føroyska svimjing.

Vit ynskja Jón hjartaliga tillukku við starvinum, og vælafturkomnan til Føroyar, tað er deiligt at fáa ein so góðan mann at standa á odda fyri Føroyska svimjing!!!