Sjúrðarberg, sum kemur av sleipistøð á Skála ídag, fer eftir ætlan ímorgin á nýggjan túr í Barentshavið.
Sjúrðarberg gjørdi fyrr í ár tveir túrar í Barentshavið har teir fiskaðu tosk og førdu hann frystan rundan til landið. Síðani var Sjúrðarberg eisini á gulllaksaveiðu undir Føroyum og hevur seinastu tíðina ligið á Klaksvík, tí hóast skipið hevur rækjukvotu, so loysir tað seg ikki at fiska rækjur í løtuni og tí valdi reiðaríið at leggja skipið eina tíð.
Orsakað av at Sundaberg er útleigaður, eigur JFK-Trol nakað av kvotu eftir í Barentshavinum og tí eru møguleikar at senda Sjúrðarberg í Barentshavið at fiska tosk. Teir rokna sum sagt við at fara avstað ímorgin, týsdagin og um gongur eftir ætlan, verður Sjúrðarberg aftur á Klaksvík áðrenn jól.




