Fyri fyrstu ferð skipar føroyska Fótbóltssambandið fyri UEFA A-venjaraútbúgving, og millum teir 14 venjararnar á skeiðnum eru fýra úr Klaksvík.
1. deildarvenjarin Oddbjørn Joensen er ein teirra, og eisini Bill Jacobsen, Finn Johannesen og Eyðun Klakstein eru farnir undir útbúgvingina. Í november mánað skulu luttakararnir á skeiðsferð til Danmarkar, har teir millum annað skulu vitja í FCK. A-venjaraútbúgvingin tekur eitt ár, og í november mánaði 2006 skulu luttakararnir til próvtøku.
Aðrir venjarar, sum eru við á skeiðnum, eru millum annað Piotr Krakowski, Krzysztof Popczynski, Álvur Hansen, Pætur Clementsen, Poul F. Joensen og Jens Martin Knudsen.




