Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍararnir við Draganum

Oliver Joensen

Um gott 11 tíðina ímorgun fór fyrstudeildarhópurin hjá KÍ tvørtur um Lorvíksfjørð við Draganum – Dysturin ímóti HB skal spælast í Havn ídag.

Í dýrdarveðrinum ímorgun, fóru so KÍ-leikararnir vit Draganum til Lorvíkar og síðani víðari til Havnar, har teir skulu spæla ímóti HB ídag. Norðlýsið tók hesa myndina á Varpinum ímorgun.
KÍ hevði bjóða Neistanum saman fart yvirum, og ongin skilir hví kappingarstjórin hevur avlýst dystin ímillum Stjørnuna og Neistan ídag. Sum Norðlýsið skilir, so kemur Stjørnan við einum tíðindaskrivi ídag.
Fyri at koma aftur til KÍ, so er ongin ivi um, at klaksvíkingarnir fara at gera alt fyri at vinna á HB ídag. KÍ er enn í teoretiskum vanda fyri at flyta niður og við snildisligum spæli megnaðu teir javnleik móti B36. Tá HB ikki verður roknað fyri betri lið enn B36, so skuldi uppgávan ikki verið ómøgulig.
Góða eydnu – koyr á KÍ.

Harleywoodpaint