Nú eg eri givin at vera stjóri í Klaksvíkar Timburhandli, kann eg aftur siga mína hjartans meining, uttan at tað fær fylgjur fyri mítt gamla felag.
Farið í nærmastu framtíð at kanna, hvussu okkara býráð virkar.
Havi sjálvur havt nakað við teir at gera, men synd at siga at tað hevur verið positivt.
Teir siga eitt, men tá ið tað kemur til stykkis, siga teir nakað heilt annað.
Tað seinasta teir gjørdu, var at selja stykkið, ímillum spinnaríið við Borðoyarvík og vegin á Borðoyarvík til eitt annað felag, men mátin býráðið selir uppá er forkastiligur.
Vit vóru í samráðingum um økið har uppi, bæði viðvíkjandi at gera parkeringspláss við Studio Pegasus, vegin til matr. 881 og stykkið ímillum Spinnaríið og vegin á Borðoyarvík.
Høvdu ítøkiligar ætlanir um at flyta Timburhandilin niðan á økið við Borðoyarvík, har vit fingu alt á sama stað, nakað á sama hátt sum Balslev í tórshavn.
Hesar samráðingar hava staðið uppá í nógv Harrans ár, men tað tók einum øðrum felag bert 14 dagar at fáa byggiloyvi til høll á sama stykki.
Hvussu tað kundi lata seg gera, kann umsitingin í býráðnum forklára borgarunum, tað hava vit rætt til at fáa at vita. Meira um málið í nærmastu framtíð.
Nógv onnur mál kunnu takast up, bæði vinnuligt, ítróttarliga og privat og vil eg heita á borgararnar í Klaksvík, at vit í felag fara at rudda upp í, hvussu býráðið arbeiðir, har onkur fær og onnur ikki, men eitt krav man vera og tað er at øll eru líka fyri lógini.
Nú má tíðin vera komin, at onkur sigur sína meining viðvíkjandi óskilinum í býráðnum og ætli eg mær at taka fleiri mál upp, har eg haldi at býráðið ikki hevur handlað rætt.
Hava onnur hug at vera við, kunnu ti seta tykkum í samband við meg, so vit í felag kunnu fáa skil á óskilinum.
Tað eru jú okkara pengar teir umsita.
Símun á Høvdanum




