Tann seinna bókin "Við úthavsins strendur", sum kemur út í næstum, umrøður millum annað tvey skip, sum hava samband við Klaksvík.
Tað fyrra skipið, sum verður umrøtt í bókini, er "Sigurfari", og umrøðan snýr seg um bragdið, sum manningin á skipinum gjørdi, tá hon bjargaði russiskum sjómonnum í ódnarveðri á Flemish Cap. Høvundurin, Árni Joensen, hevur tosað við Mikkjal Olsen, skipara um tilburðin, og myndir, sum ein av manningini tók, eru við í bókini.
Hitt skipið, sum hevur samband við Klaksvík, er norska línuskipið "Bordanes", sum sakk undir seting á Nordkappbankanum. Tríggir føroyingar vóru við, og ein teirra doyði. Jan Valkvæ, sum átti "Bordanes", er giftur við Henny Johannesen úr Klaksvík. Skipið hevði navn eftir Borðoyarnesi, og tað vitjaði fleiri í Klaksvík, tá skipið plagdi at royna við Føroyar um summarið.
Bókin "Við úthavsins strendur" kemur út í næsta mánað, men tað ber til at bíleggja hana nú við at flyta 248 krónur (íroknað postgjald) á konto hjá forlagnum Gráfelli í Norðoya Sparikassa nr. 9865 1028949.




