Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ambulansutænasta hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í tøttum samstarvið við Atlantic Helicopters

John William Joensen

Tyrlutænastan hevur havt eitt sera gevandi samstarv við ambulansutænastuna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Hans Erik Jakobsen, leiðari á Tyrlutænastuni.

Atlantic Helicopters er vorðið forlongdi armurin hjá ambulansatænastuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og harvið hjá føroysku sjúkrahúsunum.
Hans Erik Jakobsen sigur, at allir seks bjargararnir hjá Atlantic Helicopters hava verið á víðkaðum fyrstuhjálparskeiði, sum ambulansutænastan hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur fyriskipað undir leiðslu av Jógvan Jensen og Jóhannes Nielsen, ið arbeiða undir Heilsustýrinum innan tilbúgvingina í Føroyum.
Vit hava ynskt eitt slíkt samstarv, sigur Hans Erik Jakobsen tí ein partur av arbeiði okkara er at flúgva fólk, ið eru vorðin sjúk ella komin til skaða og tað er umráðandi tá, at hava eina skipaða mannagongd. Samarbeiði við ambulansutænastuna í Klaksvík undir leiðslu av Sørin Djúrhus fyri portørarnar og Korosh Taheri, yvirlækna, hevur virkað væl.

Handaðu tyrluni eina akuttasku
Týsdagin vóru vit við myndatólinum á tyrlupallinum, tá Eystein í Løðu, frá Atlantic Helicopters fekk handaða eina akuttasku, sum til eina og hvørja tíð skal vera í bjargingartyrluni.
Í taskuni er millum annað útgerð til at geva fólki ilt, fýra sløg av medisini, Súgv at taka eitthvørt úr hálsinum á sjúklingum um tað gerst neyðugt, útgerð til køling av brandsárum, hálskragar, bæði til børn og vaksin, blóðtryst- og iltmátari, snøgt sakt alt tað ein hevur brúk fyri, sum fyrstur á eitt vanlukkustað.
Alt sum verður brúkt úr akuttaskuni verður neyvt skrásett og Klaksvíkar Sjúkrahús stendur fyri at fylla upp í aftur, tað sum verður brúkt, soleiðis at tyrlutænastan altíð er klár at vera í fremstu røð við vanlukkur og sjúkrafluttning, tá tað er neyðugt.
Av Klaksvíkar Sjúkrahúsi frætta vit annars, at Atlantic Helicopters og Klaksvíkar Sjúkrahús arbeiða við at formalisera samstarvi, tí tað er neyðugt, at fólk í ambulansutænastuni framhaldandi fáa eftirútbúgving, og her er ætlanin, eisini at taka bjargingarmanningina hjá Atlantic Helicopters uppí.