Vit skulu seta okkum hægri mál enn bert tað at vera verandi í 1.deild, sigur nýggi høvuðsvenjarin hjá B68
Í morgun bórust tíðindi um at Jóannes Jacobsen, sum var KÍ venjari trý fylgjandi ár, komandi ár skal standa á odda fyri Tofta Ítróttarfelag.
– Mær hevur altíð dámt væl á Toftum og tí var eg ikki í iva um at taka av tilboðinum tá hetta stóð mær í boði.
Styrkja hópin
Jóannes sigur at arbeitt verður við at styrkja hópin.
– Hóast vit royna at fáa onkran styrk til felagið, so má undirstrikast at stamman á liðnum verður verandi leikarar.
– Hópurin hjá B68 hevur nakrar rondarleikarar men stórsti parturin eru ungir leikarar og tí verður mín uppgáva at syrgja fyri at menna unga partin av liðnum.
Fáa stríðsviljan fram
– Tað sum B68 altíð hevur verið kent fyri er ein framúr góður stríðsvilji og eydnast tað at fáa hetta fram í leikarunum so haldi eg at vit kunnu kom langt í kappingini í ár.
– Liði er júst flutt úr 2.deild og tí eru forvantningarnir ikki stórir til okkum í ár, men eg haldi ikki at vit eiga at seta okkum sum mál bert at vera verandi í fremstu deildini.
– Um útgangstøði er verjufótbóltur og bert at tryggja plássið í fremstu deildini, so endar ein ofta aftur í 2.deild og tí eiga vit at seta okkum hægri mál og vísa at vit duga, tora og vilja spæla fótbólt.
Hevur stóra virðing fyri toftamonnum
Jóannes Jaocbsen sigur at hann altíð hevur havt sera stóra virðing fyri toftamonnum.
– Um vit hyggja eftir hvat toftamenn hava avrika so kann ein ikki annað enn hava virðing fyri teimum.
– Umstøðurnar á Toftaleikvølli eru framúr góðar og hetta ger tað eisini lættari at draga leikara til felagið.
– Avrikini hjá Toftamonnum bera boð um at arvaeginleikarnar sum liggja í leikarunum eru góð og sterk og tí havi eg góðar vónir til komandi ár.
Jóannes Jacobsen sigur at hóast teir arbeiða við at útvega leikarar so verður neyvan talan um nakra innrás av leikarum. Útlendingar verður neyvan talan um tí sum hann málber seg so eru royndirnar hjá føroyskum feløgum við útlendskum leikarum sera vánaligar hóast onkur glotti hevur verið.




