Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá SEV fríggjadagin, 4. november 2005: SEV fingið nýggja heimasíðu við sjálvavgreiðslu

John William Joensen

Á nýggju heimasíðuni hjá SEV er ein sjálvavgreiðsla, har viðskiftafólk m.a. kunnu síggja sína ársnýtslu, lata inn avlestur og boða frá flytingum.

Heimasíðan er liður í størri opinleika, sum SEV áður hevur boðað frá, og hon skal fáa í lag eitt munadyggari samskifti millum SEV, brúkaran og umheimin sum heild Sjálvavgreiðslan er størsta broytingin frá gomlu heimasíðuni hjá SEV til nýggju síðuna, sum varð løgd út á netið í dag. Umvegis elektronisku sjálvavgreiðsluna á forsíðuni ber eitt nú til at fáa yvirlit yvir ársnýtsluna, lata inn avlestur og boða frá flytingum.
Viðskiftafólk, sum eru við í gjaldskipanini í peningastovnunum, GS-skipanini, hava fingið ella fáa ein av komandi døgunum kundanummar og loyniorð til sjálvavgreiðsluna saman við gjaldsyvirlitinum fyri november, sum er sent út. Tey, sum ikki eru GS-kundar, fáa kundanummar og loyniorð við ársuppgerðini fyri 2005, sum verður send út í januar 2006. Tað ber eisini til at venda sær til kundatænastuna hjá SEV á dp@sev.fo og biðja um kundanummar og loyniorð, áðrenn ársyvirlitið fyri 2005 verður sent út. Síðani sendir SEV hesar upplýsingar við postinum.
Atgongd fæst til sjálvavgreiðsluna við fyrst at trýsta kundanummarið og síðani loyniorðið.
Orkuráðgeving, tíðindi og fráboðanir SEV hevur eina orkuráðgeving, og umvegis heimasíðuna ber nú til at samskifta við Elfelagið um orkuspurningar og ivamál, ið brúkarar ynskja svarað.
SEV fer eisini regluliga at leggja tíðindi frá Elfelagnum og onnur tíðindi, sum eru viðkomandi fyri elnýstlu og orkuframleiðslu, á heimasíðuna.
Kunngerðir um t.d. ætlaði streymslit o.a., sum kann ávirka streymveitingina, verða lagdar út á heimasíðuna. Eisini er eitt yvirlit á heimasíðuni yvir størri arbeiðir, t.d. grevstrararbeiðir, sum SEV hevur í gongd kring landið.

Opinleiki og tættari samskifti
Heimasíðan skal geva brúkarum o.ø eitt gott yvirlit yvir, hvat fer fram í Elfelagnum SEV, sum allar kommunur í Føroyum eiga, og sum harvið allir føroyingar eiga. Nýggja heimasíðan er ein liður í størri opinleika í Elfelagnum, ið umboðsnevndin, stýrið og leiðslan boðaðu frá í sambandi við viðtøkubroytingarnar í fjør, sum m.a. bóru við sær, at umboðsnevndarfundirnir hjá SEV nú eru almennir.
SEV ynskir við eini virknari heimasíðu eitt tættari samskifti við sínar eigarar og brúkarar. Ein heimasíða verður ongantíð liðug, men skal áhaldandi vera í menning. Henda fyrsta tíðin hjá nýggju heimasíðuni er at meta sum ein royndartíð, har SEV fegin vil frætta frá brúkarum, hvat er gott við síðuni, og hvat er minni gott ella kanska vánaligt. Rís og rós um heimasíðuna kann sendast til info@sev.fo.
– Nýggja heimasíðan hjá SEV verður eitt tað týdningarmiklasta samskiftisamboðið í samskiftinum millum SEV og umheimin. Vit hava lagt dent á at fáa eina virkna heimasíðu, sum fær í lag eitt tættari samskfti millum SEV og brúkarar, eigarar, samstarvsfelagar og umheimin sum heild, siga stýri og leiðsla í SEV.
Fjølmiðla- og samskiftisráðgevingin hjá Kára Durhuus hevur samskipað og staðið fyri bygnaði og innihaldsliga partinum av heimasíðuni, meðan Reproz hevur havt um hendi tøkniliga og grafiska partin.
Heimasíðan, sum er av slagnum dynamicweb, er gjørd í tøttum samstarvi við ein bólk av starvsfólkum hjá SEV.
Fleiri upplýsingar ella viðmerkingar til tíðindaskrivið fáast hjá Klæminti Weihe, stjóra, á tel. 21 66 44 ella kw@sev.fo.