Bókin, sum eitur Teir tóku kjansin er um fyrsta hekkutrolaran, sum føroyingar keyptu.
Tað er Birgir Waag Høgnesen, sonur Símun W.Høgnesen koyrilærara, sum gevur bókina út á egnum forlag.
Birgir sigur við Norðlýsið, at bókin Teir tóku kjansin -søgan um Kap Farvel, er uppbygd soleiðis, at lesarin dokumentariskt fær at vita, um hvussu hetta við fyrsta hekkutrolarum kom í lag og hvar hvar skipið er í dag nú 40 ár eftir, at hann kom undir føroykst flagg.
Í bókini eru beinleiðis endurgivnar samrøður við menn, sum hava verið við Kap Farvel -og menn, sum høvdu møtt skipinum áðrenn tað kom undir føroykst flagg, sigur hann .
Benni Joensen skipari er í bókini:
Birgir vil ikki siga alt, men sigur tó fyri Norðlýsinum, at ein samrøða er við Hendrik Old løgtingsmann, sum var við Jógvan á Gørðunum í 1964 tá Kap Farvel fleiri fer trolaði alla línuna frá teimun, og byrsan var havd á lofti, sigur Birgir. Aðrar áhugaverdar samrøður eru í bókini, t.d við Suni Jacobsen fyrrv. løgtingsmann og við Benna Joensen, skiparar úr Klasvík.
Bókin Teir tóku kjansin søgan um Kap Farvel er ein spennandi og forvitnislig søga, ið varpar ljós á fleiri tættir í føroyskari skipasøgu og eitt ótal av forvitnisligum myndum eru í bókini.
Sum sagt, so gevur Birgir bókina út á egnum forlagi, sum eitur Rustarin, og kann hon umbiðast á www.kapfarvel.com ella á rustarin@kallnet.fo ella bara við at senda 268 kr á konto 6460-171.512.9 9181-147.607.8 og viðmerkja bók




