Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Munnligur fyrispurningur til Bárður Nielsen Landstýrismann í fíggjarmálum.

John William Joensen

Hvussu stóran part av fráboðaða skattalættanum áljóðandi 105 milliónir ber landskassin ?

 
 


  • Eru Kommunusamskipanin og Føroya Kommunufelag hoyrd, nú botnfrádrátturin í lands/kommunuskatti er hækkaður ?
     


  • Um kommunuskatturin hækkar í meðal 1% og gjøldini til Samhaldsfasta 0,25% fyri hvønn av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum umframt Barsilskipanina. Hvussu stórur er so skattalættin í veruleikanum?
     


  • Er semja millum land og kommunur um at ábyrgdarøki, sum eftir ætlan verður lagt út til kommunurnar 1. januar 2006, kostar 45 mió ?
     
     

    Nú kom loksins á mál við útgreining samgongunar, um talan var um skattalætta ella afturbering til kommunur.
     
    Ikki kann sigast, at hendan útlegging var nakar greiður boðskapur, tí hóast Lítla-Samgonga nýtti fleiri dagar, enn Italiumenn brúktu at velja pávan, so er tað framvegis ivasamt, um talan er um skattalætta.
     
    Lyftið varð givið, at landskatturin skuldi lækkast samsvarandi kostnaðinum av uppgávum, ið lagdar vórðu út til kommunurnar. Hesar skuldu so hækka kommunuskattin tilsvarandi. Lyklaorðið gjøgnumskygni skuldi eisini galda í hesum føri.
    Hóast kommununar høvdu fingið tað lyfti, at tær skuldu verða hoyrdar í øllum málum, ið vóru kommununum viðkomandi, varð hetta ikki gjørt. Einvíst hækkaði samgongan botnfrádráttin 2000 krónur seinasta ár. Varð hetta ikki gjørt, hevði ein partur av borgarunum ongan lætta fingið, og kostnaðurin bleiv áleið 12 mió í minniinntøkum fyri kommunurnar í 2005. Fíggjarætlan fyri 2006 er løgd; tí vóni eg, at tey stig ið tikin verða og sum hava ávirkan á inntøkuna hjá kommununum eru gjørdar í samráð við hesar. Talan er jú aftur í ár um somu hækking av botnfrádráttinum í lands/kommunuskatti tvs.12 milliónir.
     
     
    Kári P. Højgaard
    løgtingsmaður