Í Høllini á Hálsi sunnudagin 13. november. Meistaradeild kvinnur: TB SÍ kl. 14.30 og Meistaradeild menn: Fleyr Mjlønir kl. 16.30
Sum nakað nýtt verða flogbóltsfinalurnar í FK-kappingini, sum flogbóltsfelagið Fleyr skipar fyri, leiktar fyri seg í Høllini á Hálsi.
Innleiðandi umførini vóru vikuskiftið 8. oktober, og tá var greitt, hvørji lið skuldu spæla í finaluni.
Betri umstøður
Dystirnir sunnudagin hava nógv at siga fyri liðini. Vinnararnir fáa pláss í steypafinaluni, sum verður leikt leygdadagin 18. februar í 2006 í Høllini á Hálsi. Tað er størsta einstaka flogbóltstiltakið á árinum.
Fyri at gera karmarnar so góðar sum møguligt til FK-kappingina, varð avgjørt á seinasta aðalfundi hjá Flogbóltssambandinum, at sjálvar finalurnar skuldu leikast seinni, so at liðini fingu fyrireika seg sum best. Eisini hevur Flogbóltssambandið tikið á seg at leggja Taraflexgólvið út til til tiltakið. Sostatt eru karmarnir munandi betri enn nakrantíð
fyrr.
Tvey ung lið
Kvinnufinalan stendur millum tvey av liðunum, sum bjóða seg fram í gullstríðnum í ár. SÍ spælir bara sítt annað ár í meistaradeildini, so framgongdin er stór. Liðið er ungt, men tær eru sera evnaríkar og hava ómetaliga sterkan vilja. Tær stríðast fyri at sleppa úr skugganum hjá mansliðnum, og tað sær út til at fara at eydnast.
TB er at kalla hvørja ferð við í steypafinaluni. Sum hjá SÍ er talan um fleiri ungar spælarar, sum saman við Maiu og Marinu Popovic altíð eru ein hóttan. Dygga ungdómsarbeiðið hjá TB ger, at hóast nógv fráflyting er á hvørjum ári, so eru nýggir leikarar klárir at taka við, har hinir sleptu.
Tað er tí torført at peika á nakran greiðan favoritt, men TB hevur ómetaliga góð evni, tá ið tað kemur til finalur, og tað kann gerast munurin.
Klassikarin
Fleyr hevur rættiliga fótað sær aftur í bestu mansdeildini. Eftir fleirir rakár er siðvanda felagið aftur á rættari leið. Manningin í ár er munandi sterkari enn leingi, og hartil eru nógvir leikarar at taka av. Í innleiðandi umførunum í FK-kappingini smurdi Fleyr hini liðini av. Ikki so mikið sum eitt einasta sett varð tapt, og í landskappingini eru teir á
odda.
Finalan verður sum at spola tíðina aftur. Mjølnir er mótsøðuliðið, og talan er tí um góða gamla klassikaran í føroyskum flogbólti. Jøvnu og spennandi dystirnir millum hesi liðini hava verið nógvir. Nógvu seinastu árini hevur Mjølnir ligið omaná, men nú er vend komin í. Mansdysturin sunnudagin hevur tí ein greiðan favoritt Fleyr.
Mjølnir hevur sterka manning, men spælið hevur als ikki hingið nóg væl saman, og tað er ein fortreyt fyri góðum úrsliti sunnudagin. Men í finalum kann so mangt henda.
Tað verður roynda dómaraparið Jan Hentze og Tummas Óli Mortensen, ið fer at døma dystirnar.
Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya




