Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt pensjóns- og tryggingartilboð frá Norðoya Sparikassa

John William Joensen

Norðoya Sparikassi bjóðar nú eisini kapitalpensjón saman við lívs- og avlamnistrygging

Týsdagin 15. november skrivaðu Norðoya Sparikassi og Føroya Lívstrygging undir samstarvsavtalu, sum gevur Norðoya Sparikassa rætt til at selja lívs- og avlamnistryggingar frá Føroya Lívstrygging saman við kapitalpensjónini hjá sparikassanum.
Fyri kundan merkir hetta eitt nú, at bæði kapitalpensjónin og tryggingarviðurskiftini  verða avgreidd í sparikassanum.
Marner Mortensen, varastjóri í Norðoya Sparikassa, sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at hetta er ein sjálvsagdur partur av virksemi sparikassan. Hetta er eisini ein greiður fyrimunir fyri kundan, tí á henda hátt kann hann umframt bæði uppsparing og fígging, nú eisini fáa pensjónsuppsparingina útbygdað við bæði lívs- og avlamnistrygging, alt á einum stað. Marner leggur afturat, at hetta er eitt av fleiri økjum, har sparikassin av álvara fer at gera vart við seg. Norðoya Sparikassi er fyrsti føroyski peningastovnurin, sum bjóðar eina heildarloysn, har bæði kapitalpensjón, lívs- og avlamnistrygging eru innbygd, men hetta er ikki fyrstu ferð, sparikassin tengir egin tilboð saman við góðum tryggingartilboðum, tí frammanundan bjóðar Norðoya Sparikassi Bústaðarlánstryggingina og Viðskiftalívstryggingina.