Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EL-IN í nýggjan bygning 1. apríl

John William Joensen

Arbeiðið at gera nýggja bygningin hjá EL-IN er byrjað, og væntandi verða fyrstu formarnir settir upp í hesi vikuni.


Bygningurin kemur at standa við Klingrugarð, har bygningar hjá millum øðrum KBI og Reyni Service nýliga eru tiknir í nýtslu. Handilshølini verða umleið 375 fermetrar til støddar, og er hetta hálvatriðju ferð størri enn núverandi høli. Verkstaðurin og goymslan fáa eisini munandi meira pláss, samstundis sum starvsfólkahøli sum kaffistova og skrivstovur fáa umstøður, sum ikki kunnu sammetast við umstøðurnar í dag. Størsti fyrimunurin er tó, at alt kann savnast á einum staði og at viðskiftafólk okkara ikki longur skulu bíða, meðan vit koyra runt og leita í teimum 5 ymisku hølunum, sum vit í dag húsast í.
Við stóra vøkstrinum í fermetratalinum verður eisini møguleiki at hava eitt størri úrval, og fáa eina góða útstilling av øllum tí, sum vit longu hava á goymslu.
Hendan broytingin fer sum sagt at hava við sær, at alt virksemi okkara verður á einum staði, og avleiðiningin av hesum er eisini, at vit aftaná 1. apríl ikki longur koma at hava handil í miðbýnum. Tað er við blandaðum kenslum, at vit fara úr tí umhvørvinum og úr teim hugnaligu hølunum, sum hava verið í familjuni, síðani tey vóru bygt í 1949-1950. Sum longu kunngjørt í fjølmiðlunum er sølusáttmáli undirskrivaður við Føroya Sparikassa, ið hevur keypt bygningin, sum Olga og Haldor Holm í sínari tíð bygdu til bakaravirksemi teirra. Føroya Sparikassi yvirtekur gamla bygningin 1. apríl 2006.