Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til allar KÍ-stuðlar!

John William Joensen

Sitat mítt hesa vikuna er: "Gev alt tað, sum tú hevur, og so eitt sindur afturat!"

Eg vil fegin heilsa tykkum øllum stuðlum hjá felag okkara, KÍ, og lata tykkum vita hvørjar ætlanir mínar eru hesar vetrarmánaðar.
Eg rokni við at summi av tykkum hava lagt merki til at nakað er við at henda uppi við vøllin á Djúpumýru. Venjingin hjá fyrstu deildar hópi okkara aftaná kappingarárið 2005 byrjaði týsdagin 22. november og hendan venjing verður í 7 vikur. Hendan venjing er fyri at gera leikarar okkarar tilreiðar til venjingina, sum byrjar eftir nýggjár og eisini fyri at halda saman uppá hópin so teir kenna seg hoyra saman sum ein vinnandi bólk.
Eg trúgvi, at hetta fer at hjálpa teimum at útinna teirra besta, sum vit skjótt fara inn í eitt nýtt ár!

Leikararnir fara í hesum venjingum fyrst og fremst at arbeiða uppá:
– treystleika teirra soleiðis at áhaldni og treystleiki teirra gerst betri, at teir hava eitt gott treysti.
– innaru styrki teirra – soleiðis at innara styrki og megi teirra økist.
– skjótleika teirra – soleiðis at teir gerast kvikari

Áhaldni, innara styrki og skjótleiki eru 3 ógvuliga týdningarmiklir partar av fótbóltsleikinum, sum vit kenna hann. Eg trúgvi, at hesir partar hava tíverri mangla hjá leikarum okkara síðani eg gavst sum venjari tykkara í 1999. Tað er harmiligt, men eg eri vísur í at tit fara at síggja broytingar í hesum pørtum umframt í øðrum pørtum við.
Sum eg havi sagt fyrr, eg eri ómetaliga spentur og havi fult álit á leikarum mínum, at teir fara gera teirra besta í at vera best, júst so sum eg eisini fari at gera. Tit kunnu rokna við ongum minni!

Eg gleði meg at síggja tykkum øll í tí nýggja árinum!

Tony Paris, KÍ-venjari 

Harleywoodpaint