Nú í langa tíð hevur virksemi hjá kommununi verið rundan um Vágstún.
Fyri mær sær tað út sum um teir ikki vita hvussu fínt tað skal vera, eg veit at tað eru ikki øll, sum eru líka fegin um tað, sum verður gjørt.
Vit hava einki ímóti at tað verður fríðkað um, men tað ger man ikki fyrr enn man hevur fingið alt annað í rættlag, sum er meira átrokandi.
Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit fleiri áarføri og avleiðingin var ógvuslig fyri fleiri. At skaðin bleiv so stórur var, at ongar áir vóru eftir til at taka ímóti øllum vatninum ella vóru rørini ov kløn.
Ein gekk tí út frá, at kommunan fór at fáa hetta í rættlag áðrenn tað næsta áarføri kom, men mærvitandi er einki hent á hesum øki.
Harafturímóti hevur kommunan minka um Ravnagilsá við at laga grót í í ánna, nakað á sama hátt, sum teir hava gjørt úti í Grøv. Fyri nøkrum árum síðani var Grøvin tað vakrasta plássið í Klaksvík, men soleiðis vildi kommunan ikki at tað skuldi vera.
Stóra áin við nógvum hyljum og nógvum sílum har nógv børn hugnaðu sær um summarið, skuldi nú fáa ein enda. Nógvur peningur blívur brúktur uppá at minka um ánna og gera hana so smala og høga og harafturat verður hon fylt við gróti so hvørki børn ella síl kundu vera har og nú tosa teir um at fáa síl í aðrar áir aftur.
Fyri mær sær út til at kommunan ikki veit hvat hon vil.
Fáið skil á áir og kloakviðurskiftini sum skjótast, tí regn fara vit at fáa nokk av í framtíðini, at fríðka um kunnu vit altíð koma til.
Lesið í bløðunum at borgarstjórin í Klaksvík sigur at landsstýrið er við at avtofta Klaksvík. Í tí eri eg ikki samdur við hann, eg metið at tað er Kl. kommuna sum avtoftar býin, tað skal meira til at menna býin enn at reisa runt til smábygdir og yvirtalað tær til at innlima seg í Kl. kommunu.
Magni Fles




