Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit ætla okkum ikki at standa aftanfyri hinar peningastovnarnar

John William Joensen

Hetta sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri á Norðoya Sparikassa, ið júst er komin út við sethúsarentusatsum, ið eru teir lægstu í landinum.

Norðoya Sparikassi hevur í vikuni boðað frá, at mánadagin 5. desember leggur Sparikassin fram nýggj tilboð til sethúsakundar, har rentan á 1. veðrætti verður lækkað úr 4,25% niður í 3,45% og rentan á 2. veðrætti lækkar úr 6,75% niður í 5,45%.
Harafturat verður sagt, at rentustigini á vinnulánum vera tillagað soleiðis at hægsta vinnulánsrentan nú verður 6,875%.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa undirstrikar, at broytingin í rentusatsunum ikki er eitt tilboð, sum viðskiftafólkini skulu koma inn í Sparikassan at biðja um, nei, viðskiftafólk hjá Norðoya Sparikassa hava ikki fyri neyðini at venda sær til Sparikassan í hesum sambandi, tí øll sum frammanundan hava lán hjá okkum, fáa automatiskt ágóðan av broyttu rentuni.

Nógvar fyrispurningar
Nú er so stutt fráliðið, síðani vit koyrdu tíðindaskrivið út, men sigast kann longu nú, at vit hava fingið sera nógvar fyrispurningar um nýggju fíggingartilboðini.
Tað eru ikki viðskiftafólk hjá Sparikassanum, sum ringja inn, tí tað nýtist teimum ikki, men harafturímóti eru tað fólk, ið ikki áður hava havt sethúsalán í Norðoya Sparikassa, sum eru áhugaði og sum vit nú brúka tíðina uppá.

Norðoya Sparikassi ætlar at vera við
Sjálvandi fara vit ikki at liggja á løtu síðuni, nú kappingin um viðskiftafólkini harðnar. Vit fara at fylgja gongdini neyvt og ætla okkum at vera við í fremstu røð, soleiðis at vit til eina og hvørja tíð kunnu tryggja viðskiftafólki Sparikassans at tey fáa eina so góða tænastu sum yvirhøvur møguligt.

Til Runavíkar
Norðoya Sparikassi ætlar sær framyvir at vera meira sjónskur í føroyska samfelagnum og tí hava vit søkt um eitt grundøki í Runavík, har vit fara at lata eina deild upp.
Eisini eru vit við í einum projekti uppi á Hálsi í Havn, har Norðoya Sparikassi fer at leiga seg inn við eini deild.
Vit hava ikki fingið váttan frá Runavíkar Kommunu um grundøki, so ilt er at siga, nær vit kunnu lata upp har, men í Havn er komið væl áleiðis og har vóna vit at kunna lata nýggju deildina upp áðrenn summarfrítíðina.
Í løtuni arbeiða eini 37-38 fólk í Norðoya sparikassa, men roknað verður við, at tá bæði deildin í Runavík og í Havn hava lagið upp, so fara helst eini 50 fólk alt í alt at starvast hjá Sparikassanum.