Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimlán er nýggja lánstilboðið frá Norðoya Sparikassa

John William Joensen

Við nýggja heimláninum hjá Norðoya Sparikassa sparir tú góðar 50.000 kr., um lánið er 1,5 milliónir kr. Harumframt hevur Norðoya Sparikassi lægstu útlánsrentuna

Á tíðindafundi í sparikassanum mánadagin avdúkaði Norðoya Sparikassi nýggja heimlánið. Talan er um eitt heilt nýtt konsept, har støðið er eitt heim, eitt lán, eitt gjald. Við nýggja heimláninum eru 1. og 2. veðrættur ínnbygdur í eina og sama lánið og afturgjaldingin fer fram soleiðis, at fyrst verður dýrari lánið afturgoldið. Hetta hevur við sær, at um lánið t.d. er 1,5 milliónir kr., sparir tú sum kundi góðar 50.000 kr. við einari afturgjaldstíð yvir 20 ár, í mun til skipanina við einum 1. veðrættar- og einum 2. veðrættarláni, har lánini verða afturgoldin við hvør sínum lánsgjaldi.

Lægstu rentuna
Men meiri er at spara hjá kundum í Norðoya Sparikassa, tí umframt fyrimunirnar við at 1. og 2. veðrættarlánini eru innbygd í eitt lán, hevur sparikassin lægstu útlánsrentuna, 3,45 % á 1. veðrætti og 5,45 % á 2. veðrætti.
Rentulækkingin fyri viku síðani kostar sparikassanum umleið 6 milliónir kr. og við samanløgdu 1. og 2. veðrættarlánunum minka inntøkur sparikassans við umleið enn einari millión.
Á tíðindafundinum vísti Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri, á, at aðalmál sparikassans altíð er at gera tað einfalt, lætt og skilligt fyri kundan, og at við heimláninum er talan um eitt heildarlán, ið er bæði bíligari og greiðari enn tey fíggingarmynstur, vit annars kenna. Víðari segði hann, at júst hesin møguleikin við einum heldur enn tveimum lánum, har dýrari lánið verður afturgoldið fyrst, er nakað, sum fleiri kundar hava spurt eftir, eins og hann vísti á, at tað vit gera, skal vera tað, sum er best fyri kundan.

Rentustuðulin verður fluttur beinleiðis inn á lánið
Ein onnur stór broyting við heimláninum er at rentustuðulin verður fluttur beinleiðis inn á lánið. Við hesari broyting tryggjar sparikassin, at nettogjaldið verður tað sama alt tíðarskeiðið.
Eftir "vanligu" gomlu skipanina varð rentustuðulin fluttur inn á lønarkontuna, men av tí at rentustuðulin lækkar hvønn mánað, samstundis sum lánsgjaldið er óbroytt, hækkar nettogjaldið so hvørt sum sjálvt lánið gerst minni.
Skipanin hevur eisini við sær, at alt hetta er lættari at fáa greiðu á hjá kundanum eins og sparikassin sjálvir kannar eftir at rentustuðulin er fluttir inn á lánið og at hesin er rættur.

Time-out
Við heimláninum ber eisini til at fáa time-out í upp til 36 klipp, svarandi til avdráttarskáa í 3 ár. Hetta verður avtalað, tá lánið verður undirskrivað.
Time-out møguleikin er sera hentur, um tørvur gerst á fíggjarligum rásarúmi eitt ávíst tíðarskeið, tað veri seg orsaka av barnsburði, útbúgving, arbeiðsloysi, ábøtum á húsini ella onkrum heilt øðrum.
Avdráttarskái er ikki eitt nýtt tilboð hjá Norðoya Sparikassa, men við heimláninum er hesin møguleiki innbygdur í eina fasta skipan, soleiðis at tað verður skjótari og lættari fyri bæði kunda og starvsfólk at avgreiða.

Heimlánið hevur
nógvar valmøguleikar
Við nýggja heimláninum eru eisini fleiri valmøguleikar, so sum kundatrygging, heimlánstrygging, rentuloft, føst renta og keypsváttan. Gjaldið fyri tryggingarnar, rentuloftið og føstu rentuna verður lagt afturat lánsgjaldinum, meðan keypsváttanin er ókeypis.

Keypsváttan
Við keypsváttanini kunnu kundar hjá sparikassanum bera skjótari at á bústaðarmarknaðinum, og tískil fáa betri møguleikar fyri at keypa júst tann bústaðin, teir kundu hugsa sær. Váttanin er yvirhøvir galdandi í eitt ár, tó við tí fyrivarni, at fíggjarliga støðan hjá kundanum ikki broytist stórvegis.