Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantis – Eitt feitt stað

John William Joensen

Beinta Á. Gregersen leiðari fyri nýggja virkishúsið skrivar um Atlantis í kjaktorginum tann 7. Dec. 2005 kl 09:53

Hugsaði, at eg líka skuldi skrivað nøkur orð í samband við hetta kjakið. Havi nú verið í Klaksvík í 4 vikur og dámar mær sera væl. Eri blivin væl móttikin allastaðni har eg havi verið, og øll virka ótrúðliga spent uppá nýggja Virkishúsið. Tá konsert var við Peter Smith og Deja Vu var eg fyri fyrstu ferð í Atlantis. Hevði ikki ímynda mær eitt so lekkurt hús og so perfekt til tónleikatiltøk – eitt tað besta spælistaði í Føroyum. Tað undraði meg, at ikki fleiri fólk vóru til konsertina, serliga tá hugsa verður um, at Peter Smith og Deja Vu hava eina nokk so breiða áhoyrarafjøld – aðrastaðni í øllum førum!

Líkamikið, so var hetta ein serstakliga góð konsert og eg ætli mær eisini aftur 16. december, tá The Dreams og Royal Highness koma til Klaksvíkar at spæla. Vónandi møta eitt sindur fleiri fólk enn tey uml 20, sum møttu upp til seinastu konsert.

Tiltøk kundu altíð verið betur lýst, men tað kostar ofta nógvar pengar. Eg havi í øllum førum fingið við, nær konsertirnar í Atlantis eru og tá eri eg slettis ikki von at brúka Klaksvíkina sum eitt íkast til mítt mentunarlív – nú eru møguleikarnir hjá mær blivnir ta størri! – so um man hevur áhuga fyri at vita, hvat hendur í Atlantis, so haldi eg ikki, at tað skuldi verið so ringt at funnið út av.

Eg havi eisini líka hug at koma við eini viðmerking til hatta um skeinkiloyvi. Sjálvandi dregur eitt skeinkiloyvi kanska eitt sindur av fólki til eitt tiltak, men í einum stað sum Atlantis haldi eg ikki, at tað er neyðugt við tí. Hetta eru smáar intimar konsertir, har tað helst skal handla um tónleikin.

Harleywoodpaint