Norðlýsið fylgdi neyvt við Nærabergi og sjálvandi var spenningurin hjá okkum stórur, nú Atlantic Navigator skuldi koma og tí løgdu vit í Fjørðin við Brandal við myndatólinum.
Vit vórðu ikki meira enn komnir móti Tongunum, tá vit sóu ein av heimsins størstu trolarum frammanfyri stavn. Við Lion Petersen, sum skipara, lá Atlantic Navigator út fyri háskúlagrundini og hóast ilt var at meta um støddina har hann lá einsamallur, so fekkst ein betur mynd, tá Ternan kom framvið og skipini bæði heilsaðu hvørt upp á annað við floytunum.
Næraberg er øgiligur á at líta, hann er 96 metrar langur og 18,5 metrar breiður og hartil hevur hann sera stóra maskinorku, tveir høvuðsmotorar, ið tilsamans geva umleið 10.000 hestakreftir.
Frá reiðaríðnum høvdu vit ymiskt góðgæti við, ið skuldi umborð til móttøkuna og tí setti Atlantic Navigator mobbátin á sjógv. Sigast má, at mobbáturin sá út sum ein lús, ið kom skríðandi niður eftir høgu skipssíðuni og á sjógv. Skjótt var atborðið, teir stimaðu yvir til okkara, fingu góðgæðtið umborð og so yvir aftur til skipið og vórðu hálaðir upp eftir skipssíðuni og umborð.
Vit so við fullari ferð norðuryvir aftur at taka myndir, og her eru so nakrar av teimum.
Fleiri myndir og frásagnir í Norðlýsinum týsdagin og fríggjadagin.




