Í dag kemur ein DVD út við Trølla Pætur, Trølla Ommuni og Kulum Rótum.
Á fløguni eru tveir filmar og eitt videolag, Hon er omma mín og Hvar er Nósi? og videolagið Bilurin hjá okkum, sum áður bert hava verið at sæð á sjónbandi.
Hvør minnist ikki søguna um trøllaommuna, sum tók eina Harley Davidsson og varð noydd at koyra Trøllapætur á sjúkrahús, tá halin varð nærum brotnaður av einum óhappi í haganum. Tað eru fimm ár síðani at Hon er omma mín kom út á sjónbandi og filmurin hevur leingi verið útseldur.
Eisini søgan um Nósa, sum hvarv og varð funnin aftur í Grønlandi, har Kular Røtur sungu og spældu til eina stóra barnakonsert hevur verið nógv eftirspurdur seinni árini.
Nú ber so til at fáa bæði Hon er omma mín og Hvar er Nósi? á somu útgávu. Umframt hesar filmar, so er eisini hin herliga videoin um pápan og sonin, sum koyra runt í býnum í einum gomlum 23 ára gomlum ólógligum bilin.
Tað er Studio Pegasus sum gevur nýggju DVD, sum í handlunum kostar 169, kr, út.




